Jóannes Eidesgaard, løgmaður, mælir Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum til at taka atlit til javnstøðuna í einum møguligum nýggjum ABC-landsstýri. Hetta sigur hann eftir, at hvørki Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, ella Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, vilja lova, at nøkur kvinna verður vald í eitt nýtt ABC-landsstýri.
- Tað verða tey best egnaðu fólkini, sum verða vald í landsstýrið, og um øll tey best egnaðu fólkini eru menn, so verða bert menn valdir, sigur Jørgin Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, vil heldur ikki geva nakað lyfti um, at hansara flokkur fer at velja kvinnur í landsstýrið.
Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Javnaðarflokkin, mælir Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum til at hugsa um javnstøðuna, tá flokkarnir skulu velja landsstýrisfólk í eitt møguliga nýtt ABC-landsstýrið.
- Eg havi sagt tað fyrr, at landsstýrið frá 2004 til 2008 var tað seinasta landsstýrið, sum bert varð mannað við monnum. Tað er í samanspælinum millum kvinnur og menn, at tann besti politikkur fæst, og Javnaðarflokkurin fer avgjørt at taka atlit til javnstøðuna, tá ið vit velja fólk í eitt møguliga nýtt landsstýrið, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er samráðingarleiðari fyri nýggju ABC-samgonguna.