Løgmaður ímóti umskipan av landsstýrinum

Samgongulimir hava um vikuskiftið umrøtt at gera flytingar millum landsstýrissessirnar. Men løgmaður vil ikki hoyra talan um hetta

Landsstýrisfundurin í gjár gjørdist óvanliga drúgvur. Stutt undan evstamarki í gjár høvdu vit Anfinn Kallsberg, løgmann, í telefonini. Hann segði, at tað vóru nógv mál á skránni, men hann váttaði samstundis, at tað var spurningurin um landsstýrissessin hjá Signari á Brúnni, sum var farin við mestu tíðini.

Talan tykist meiri ella minni at vera um eina politiska gølu, eftir at løgtingsgrannskoðararnir og landsgrannskoðarin hava skorið út í papp, at landsstýrismaðurin í mentamálum breyt stýrisskipanarlógina, tá hann játtaði sjónvarpinum pengar, uttan at málið var samtykt í løgtinginum ella í fíggjarnevndini.

Á landsstýrisfundinum í gjár fekk Signar á Brúnni høvi at leggja síni sjónarmið á borðið um ta politisku gøluna. Signar møtti á fundi við løgfrøðinginum og øðrum umboðum fyri mentamálastýrið, men sum sagt, var eingin avgerð tikin, tá blaðið fór til prentingar.

Sambært stýrisskipanarlógini er tað løgmaður, sum hevur eftirlit við arbeiðnum hjá landsstýrismonnunum, og formliga er tað løgmaður, sum setur landsstýrismenn og loysir teir úr starvi.

Men Anfinn Kallsberg sigur, at hetta fyribils er eitt mál hjá Tjóðveldisflokkinum.


Avgerðin er tikin

Tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur í vikuskiftinum viðgjørt frágreiðingina hjá løgtingsgrannskoðarunum og harvið framtíðina hjá Signari á Brúnni í landsstýrinum. Frá álítandi keldum innarliga í flokkinum hava vit fingið at vita, at støðan í flokkinum er, at Signar á Brúnni má fara frá, men avgerðin var ikki almannakunngjørd seinnapartin í gjár.

Aðalstjórnin í Tjóðveldisflokkinum er kallað til fundar í dag. Í aðalstjórnini eru umboð fyri øll valdømini, men vit hava skilt, at tað er bara tingmanningin, sum hevur heimildina at gera av, hvør skal vera landsstýrismaður.

Spurningurin um hvør skal koma í landsstýrið fyri Signar á Brúnni hevur verið viðgjørdur í vikuskiftinum. Viðgerðin hevur ikki bara verið í Tjóðveldisflokkinum, men eisini í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum eru í samgongu við Tjóðveldisflokkin.

Orsøkin til at samgonguflokkarnir eisini hava verið við í viðgerðini er, at tað millum samgongufólk hevur verið tosað um at gera fleiri broytingar í landsstýrinum.

Men Anfinn Kallsberg løgmaður avsannar avgjørdur, at talan er um nakra veruleikakenda viðgerð:

? Eg kenni einki til, at aðrar broytingar skulu gerast í landsstýrinum enn tær, sum møguliga verða neyðugar, og eg vil fegin undirstrika, at hetta verður ikki gjørt so leingi, sum eg eri løgmaður. So verður tað heldur soleiðis, at eg fari úr mínum sessi, segði Anfinn Kallsberg seinnapartin í gjár, meðan hann sat á landsstýrisfundi.


Orsøkin

Politiska tosið um vikuskiftið hevur annars verið, at høvið var kærkomið at gera broytingar í landsstýrismanningini.

Veljarakanningin, sum varð kunngjørd fyri stuttum vísti, at Sjálvstýrisflokkurin og serliga Fólkaflokkurin hava minni undirtøku millum veljararnar nú, enn teir høvdu á valinum fyri knøppum tveimum árum síðani.

Tjóðveldisflokkurin hevur somu undirtøku, sum hann hevði tá, men tá Tjóðveldisflokkurin eftir lemjandi kritikkin frá løgtingsgrannskoðarunum og landsgrannskoðaranum heldur seg vera noyddan at skifta Signar á Brúnni út, eru tað fleiri, sum halda, at stundin er komin hjá øllum flokkunum at skifta eitt sindur út. Ella, sum onkur sagt, at styrkja liðið, sum skal føra samgonguna ígjøgnum samráðingarnar við Danmark, ígjøgnum fólkaatkvøðuna og fram móti løgtingsvalinum, sum í seinasta lagið verður um tvey ár.


Møguleikarnir

Eingin av samgongulimunum, sum vit hava tosað við, vil úttala seg alment um hesa ætlan. Summir politikarar siga, at tað er rætt, at tað verður tosað um hetta, og aðrir siga, at teir kenna einki til ætlanina. Tað er greitt, at eingir fundir hava verið í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum um henda spurningin.

Millum møguleikarnir er tann mest upplagdi, at ein nýggjur tjóðveldismaður kemur í landsstýrið fyri Signar á Brúnni. Tað er ikki avgjørt enn, hvør tað verður. Men tó hevur verið tosað um formannin í aðalstjórn floksins, Óla Holm úr Vági.

Áðrenn nýggjur landsstýrismaður verður settur, skal Høgni Hoydal møguliga taka sær av hesum málsøkinum.

Ein annar møguleiki er, at Tjóðveldisflokkurin skal yvirtaka heilsumálini og almennamálini frá Helenu Dam á Neytstabø. Helena skal so flytast á oljuna, og Eyðun Elttør skal loysast úr starvinum sum landsstýrismaður. So skal Sjálvstýrisflokkurin finna ein nýggjan landsstýrismann í skúlamálum.

Ein triðji møguleiki er ein, har Fólkaflokkurin eisini verður blandaður uppí. Møguleikin er, at Finnbogi Arge verður fluttur frá vinnumálum og til oljumálini. Tjóðveldisflokkurin skal so yvirtaka vinnumálini, og sjálvstýrisflokkurin skal yvirtaka skúlamálini.

Tað hevur verið nevnt, at Torbjørn Jacobsen, ið missir løgtingssessin, tá Signar á Brúnni fer úr landsstýrinum, skal gerast landsstýrismaður í vinnumálum.

Skal henda síðsta kabalin ganga upp, skal Sjálvstýrisflokkurin finna ein nýggjan landsstýrismann í skúlamálum. Gitingarnar siga, at so verður tað ein, sum ikki er limur í løgtinginum.

Í óalmenna politiska orðaskiftinum verður hesin síðsti møguleikin ikki mettur at vera upplagdur, tí hann gevur Sjálvstýrisflokkinum tveir tungar landsstýrissessir. Tá sjálvstýrisflokkurin fekk tveir landsstýrismenn var tað júst tí at oljumálini tá vórðu mett at vera ein lítil landsstýrissessur.