Løgmaður og Jacob Vestergaard fingu langa nøs

Orðaskiftið um fíggjarlógina endaði brádliga, tá ið løgtingsformaðurin kappaði av mitt í øllum. Hvørki løgmaður, Jacob Vestergaard, ella onnur fingu orðið Orðaskiftið um fíggjarlógina fyri næsta ár, fekk ein bráan enda,

Tað byrjaði seinnapartin og eftir øllum sólarmerkjum at døma, skuldi tað vara í nakrar tímar afturat.

Men fyri eini lítlari løtu síðani gjørdi løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, ikki mætari enn at enda orðaskiftið mitt í øllum, langt áðrenn ting-og landsstýrisfólk ætlaðu at tað skuldi vera liðugt.

Orsøkin var, at ongin av teimum landsstýrisfólkum ella løgtingslimum, sum høvdu biðið um orðið, vóru stødd í tingsalinum.

Og tá ið ongin kendi sína vitjunartíð, gjørdi tingformaðurin ikki mætari enn at enda orðaskifti.

Ímillum tey, sum sótu eftir við eini langari nøs, vóru bæði Kaj Leo Johannesen, Løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Kári á Rógvi.

Tey høvdu øll biðið um orðið, men passaðu seg ikki upp og fingu tí ikki høvi at siga sína hugsan.

Løgtingið samtykti annars tær broytingar, sum fíggjarnevndin var samd um og tey uppskot, sum samgongulimirnir í fíggjarnevndini høvdu.

Uppskotini frá andstøðuni vórðu feld.

Tingfundur verður aftur í morgin klokkan 9.30 og tá verður triðja og endaliga viðgerðin av fíggjarlógini.

Tingfundurin í kvøldfekk ein bráan enda táið løgtingsformaðurin brádliga endaði orðaskifti, tí fleiri politikarar møttu ikki upp