Aftaná tað ússaliga úrslitið av seinastu samráðingunum við danir tykist kókið at verða farið av fullveldisgrýtuni og báðir okkara løgmenn gera nógv fyri at halda lív í málinum og fyri ikki sjálvir at enda í gloymskurnar myrkri. Teir eru fleiri ferðir farnir so langt út um ymisk mørk, at ein kann halda tað vera hættisligt at vera undir teirra leiðslu. Hvat verður tað næsta, teir finna upp á?
Á middegi mikudagin hevði Útvarp Føroya drúgvar samrøður við danskar andstøðupolitikarar og okkara løgmann, sum var staddur í Íslandi. Ein upproyttur løgmaður legði lítið í donsk argumentir um at halda Grundlógina ella føroysk andstøðuargumentir um at halda Heimastýrislógina. Hann segði leyst endurgivið, at tað var ein trupulleiki hjá føroyskum andstøðupolitikarum, at teir hildu seg til Heimastýrislógina. Hetta er sterkur lútur frá einum løgmanni.
Tað er helst neyðugt at minna báðar okkara løgmenn á, at enn er Heimastýrislógin í gildi og henni hava teir at rætta seg eftir soleingi hon er galdandi. Í § 5 í heis Heimastýrislóg stendur: »Føroyska heimaræðið er avmarkað av teimum til einahvørja tíð verandi sáttmálaligu og øðrum internationalum rættindum skyldum. Ríkisvaldi hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum við útheimin«. So einfalt er hetta. Og hetta skal virðast av okkara politisku leiðarum og gera teir ikki tað, so gera teir seg sekar í lógarbroti og eiga at taka avleiðingarnar av tí.
Tað hevur verið siðvenja, at øll uttanríkismál av týdningi fyrst hava verið løgd fyri løgtingsins uttanlandanevnd antin til kunningar ella til viðgerðar. Kanska gevur hetta grundarlag fyri einum góðum ráði til løgmann ella landsstýrið. Síðani hevur man tosað við ríkisvaldið, áðrenn farið hevur verið til útlendska mótpartin. Soleiðis er ikki longur. Okkara løgmenn vilja ikki hava góð ráð, men venda sær av sínum eintingum beinleiðis til altjóða felagsskapir við málum, sum greitt hoyra undir § 5 í Heimastýrislógini. Her skuldi ikki borið til at umbera seg við vánaligari ráðgeving.
Tað ber ikki til, at løgmaður og varaløgmaður handla sum um vit longu hava fingið fullveldi við nýggjari grundlóg og har Heimastýrislógin er avtikin. Teir hava lovað føroya fólki eina fólkaatkvøðu um hetta málið. Vit eru mong sum halda, at henda atkvøða eigur at vera so skjótt sum gjørligt, so vit kunnu koma víðari í arbeiðinum við at stýra okkara egna landi og við at samskifta við onnur lond. Nógv er steðgað upp í løtuni, tí okkara politisku oddafiskar royna at svimja, men illa duga at halda sær uppi.
Onkur hevur nevnt, at kanska hevur henda amatørkenda atferðin á altjóða pallinum eitt annað endamál enn tað, sum verður borið fram. kanska vilja teir báðir løgmennirnir nú bara hava danir til at gera tað, sum teir sjálvir við fleiri samráðingum ongan veg eru komnir við enn.
Teir gera við hesum dag og dagliga óbótaligan skaða á tann ríkisfelagsskap, sum teir flestu føroyingar framvegis ætla sær at liva í. Tað hoyrist alsamt skilligari á donskum politikarum bæði úr samgongu og andsøtðu, at teir troyttast av tí ókvalificeraða samspæli, teir í løtuni hava við henda partin av ríkinum, so kanska er hjálpin til harrarnar Kalsberg og Hoydal ikki so langt burtur. Sum ikki einaferð, skal hon koma úr landsuðri.
At okkara løgmaður skal lata seg dragsa og trýsta av einum alsamt meira desperatum varaløgmanni er harmiligt. At henda kappingin í at levera diplomatiskar bummarar so skal hava ríkisrættarligar avleiðingar er katastrofalt.
Ein av stabbunum undir okkara framkomna føroyska samfelag er, at vit virða lógir og siðvenjur. At vit hava álit á skrivaðum og óskrivaðum skipanum. Hetta tykist so inngrógvið. So sjálvsagt og líka so ringt at vera fyri uttan sum okkara andadráttur. Tí harmar tað dupult, at okkara politisku leiðarar skulu vera teir fyrstu til at bróta hetta niður og slóða fyri álopum á rættarsamfelagið og okkara demokratisku skipanir. Fyri ikki at tala um umdømi millum okkara grannatróðir. Tað er nokk ikki líka høgt í metum hjá øllum.
Gøtu 06.09.2000
Atli Hansen