Løgmaður: Ongland fer at vinna

-við einum høvdara frá Sol Campbell

HM-fótbóltur


Nú hvørki Føroyar ella Danmark ella annað norðurland er við í endaspurtinum í heimsmeistarakappingini í fótbólti velja nógvir føroyingar at halda við antin grannatjóðini Onglandi ella við fótbóltssnillingunum úr Brasilia. Millum teir mongu føroyingar, sum fara at sita frammanfyri sjónvarpsskíggjan fríggjamorgunin er møguliga eisini Føroya løgmaður, Anfinnur Kallsberg. Umframt at hann hevur sítt favorittlið, so hevur hann eisini boð uppá ein vinnara í hesum so avgerandi dystinum, har tvær av heimsins bestu fótbóltstjóðin bresta saman.

Løgmaður kemur ikki júst undir kategoriina fótbóltsidiot ella fótbóltsfreak. Honum dámar væl at síggja ein góðan dyst og sær í minsta lagi allar samandráttirnar av HM-dystunum. ?Eg eri tó ikki so engageraður, at eg fari upp undir loftið, um eitt ávíst lið vinnur ella gravi meg undir gólvteppið, um eitt lið tapir. Men mær dámar góðan fótbólt, tí tað er gott undirhald og eitt frægd fyri eygað.

Loynidómurin aftanfyri hesi orð er kanska hann, at favorittliðið hjá løgmanni er einki minni enn Manchester United í bretsku kappingini.

Hetta er so kanska eisini ein av orsøkunum til, at løgmaður ikki bara heldur við Onglandi fríggjamorgunin men eisini heldur, at liðið hjá Beckham og Owen fer at vinna. ?Eg rokni við, at tað verður ein av hesum listarligu avleveringunum við tí gylta fótinum hjá Beckham, sum fer at avgera dystin. Løgmaður heldur, at maðurin, sum fer at skora avgerandi málið verður Sol Cambell, sum er sera góður í deyðbóltsstøðum, og tað verður ein høvdari frá honum eftir ein góða avlevering frá Beckham, sum fer at geva bretum sigursmálið og harvið eitt lop nærri HM-heitinum.

Løgmaður undirmetir tó ikki sera dugnaligu og individuellu spælararnar úr Brasilia. ?Men eg haldi, at verjan hjá Brasilia ikki altíð er so tøtt, sum hon eigur at vera í so avgerandi dystum.

Anfinn Kallsberg er annars ikki heilt ókendur á fótbóltsvølli sjálvur, hóast tað eru nøkur ár síðani hann var virkin spælari. Hann var í 1962 við til at vinna dreingjaliðnum hjá KÍ føroyameistaraheiti, sum miðvallarleikari. Dysturin millum fótbóltsrisarnar Ongland og Brasilia verður klokkan 7.30 fríggjamorgun og fer SvF at senda dystin beinleiðis.