Hóast tað ikki hevur verið so nógv at hoyra um arbeiðið við nýggju stjórnarskipanini, sum tað í samgonguskjalinum er lagt upp til skal vera veruleiki í 2017, so sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, seg rokna við, at tað fer at eydnast at røkka á mál.
-Tað hava verið tríggir fundir saman við øllum floksformonnunum. Næsti fundur verður fimta august, og so er ætlanin at hava fund aðru hvørja viku, inntil arbeiðið verður liðugt, sigur løgmaður.
Nær roknar tú við, at tað verður?
-Vit arbeiða sambært ætlanini í samgonguskjalinum. Har verður tað sagt, at fólkaatkvøða skal vera um hetta málið í seinasta lagi í 2017. Mannagongdin ætlast at vera, at arbeiðið at fyrireika uppskotið verður liðugt í heyst, og at uppskot um nýggja stjórnarskipan so verður lagt fyri tingið. Tað verður so paragraff 25 nevnd við umboðum fyri allar flokkar, ið so fer at viðgera uppskotið. Ætlanin er, at tingið skal vera liðugt við viðgerðina, og at lógin verður samtykt í vár – kanska í mars mánað – og so verður miðað eftir, at fólkaatkvøðan skal vera í oktober 2017, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður.
Í samgonguskjalinum verður sagt soleiðis:
Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.