Løgmaður seta stevnu um missión

Fyrst í komandi mánaði verður skipað fyri stórari ráðstevnu um útimissión í leguhúsinum í Nesvík.

Stevnan byrjar fríggjakvøldið 8. september og varir alt vikuskiftið. Tað hevur her eydnast fyrireikarunum at fáa løgmann Jóannes Eidesgaard at seta stevnuna. Orsøkin til hetta er at løgmaður hevur uttanríkismál sum eitt av sínum málsøkjum. Undir uttanríkismálum er eisini menningarhjálp.
Landsstýrið hevur hækkað menningarstuðulin og er ætlanin at brúka henda til mennandi verkætlanir og vanlukkuhjálp.
Ætlanin við stevnuni er at kveikja áhuga og kalla til missión á øllum økjum í kirkjuligum samanhangi, siga fyrireikararnir. Á stevnuni verður kunnað um teir ymsu møguleikarnar og avleiðingarnar av at fara út sum trúboðarar. 
Annars verður norðmaðurin Tormod Engelsviken høvuðstalari á stevnuni.