»Fleiri álvarslig brot á grundleggjandi journalistiskar meginreglur eru framd í bókini Skjót journalistin, sum kom út í gjár. Høvundarnir brúka loyniligar keldur, eins og politiskir mótstøðumenn hjá løgmanni teljast millum navngivnu keldurnar. Hetta ger trúvirði í bókina ivasamt.«
Soleiðis sigur Anfinn Kallsberg løgmaður millum annað í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út beint áðrenn døgurða mikudagin. Hetta er einki aftursvar til kravboðini frá Tjóðveldisflokkinum, sigur løgmaður, og sostat er tann knúturin ikki loystur enn. Heldur er tað ein verjurøða, nú bókin »Skjót journalistin« setir hann í ringt ljós.
Krógva keldur
Løgmaður heldur tað vera eitt álvarsligt brot á journalistiskar meginreglur, at loyniligar keldur verða nýttar. Tað sáar iva um trúvirðið, heldur hann, og vísir til vegleiðandi reglur fyri góðan fjølmiðlasið, har sagt verður, at keldubrúkið hevur avgerandi týdning.
? Eg harmist eisini um, at politiskir samstarvsfelagir eins og mótstøðumenn verða brúktir sum keldur í bók, ið er sera atfinnandi ímóti mær. Her verður sipað til, at Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eru at finna millum keldurnar, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann vísir á, at politiskir mótstøðumenn hava egna dagsskrá og tískil orsøkir at lata høvundum upplýsingar.
? Eg kann tí ikki annað enn halda, at høvundarnir renna politisk ørindi. Sostatt eru brek við bókini, og tí ber illa til hjá lesarum at hava álit á upplýsingunum, sigur Anfinn Kallsberg.
Onga verju
Í øðrum lagi átalar Anfinn Kallsberg, at hann ikki hevur fingið møguleika at gera viðmerkingar ellar verja seg ímóti skuldsetingum.
? Tær vegleiðandi reglurnar um góðan fjølmiðlasið áseta greitt, at upplýsingar, ið kunnu skaða ein persón, skulu eftirkannast serliga væl og leggjast fyri persónin til viðmerkingar, áðrenn tær verða almannakunngjørdar. Henda møguleika havi eg als ikki fingið, og tað er helst tekin um, at ætlanin við bókini er at skaða meg politiskt og moralskt, sigur Anfinn Kallsberg í tíðindaskrivinum.
Vanlig mannagongd
Grækaris D. Magnussen, sum hevur skrivað bókina »Skjót journalistin« saman við Øssur Winthereig, vísir ákærurnar aftur. Politisku mótstøðumenn løgmans hava als ikki verið keldur í málinum um Frostvirkið. Tað málið byggir á heilt aðrar keldur, og góð grund er at verja tær, heldur rithøvundurin.
? Uttan loyniligar keldur var einki Watergate-mál. Í einstøkum førum er tað beinleiðis neyðugt at verja keldur, og í hesum førinum er als einki galið við at verja keldurnar, tí annars var tað ikki komið fyri dagin, sigur Grækaris D. Magnussen.
Hann heldur eisini, at tað hvørki hevði givið frá ella til, at lagt skuldsetingar og prógv fyri Anfinn Kallsberg, áðrenn bókin varð prentað.
? Tá ið eg viðgjørdi málið í fjør (í SvF, blðm.) legði eg fleiri mál fyri Anfinn Kallsberg. Tá tók eg hann fleiri ferðir í at lúgva. Hann hevur eisini tvíhildið um, at talan var um feilbókingar, men tað hava vit mótprógvað. Vit høvdu ikki fingið nakað burturúr at lagt málið fyri løgmann, og tí hildu vit onga orsøk vera at gera tað, sigur Grækaris D. Magnussen.
Málið avgreitt
Í tíðindaskrivinum endurtekur Anfinn Kallsberg annars, at málið er avgreitt fyri hansara viðkomandi. Og hann ger als einki fyri at vísa ítøkiligum upplýsingum í bókini aftur.
? Fyri meg hevur tað grundleggjandi týdning at staðfesta, at mistøk vóru gjørd fyri 20 til 25 árum síðan, og tað eg fyri langari tíð síðan havi tikið ábyrgdina av hesum. Í 1984 gjørdu partarnir semju gjøgnum Carl V. Weihe sála, statstgóðkendan grannskoðara, har skipini rindaðu Frostvirkinum peningin aftur. Við hesum var slætt borð, og málið endaliga avgreitt, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann undirstrikar samstundis, at hann ongan persónligan vinning fekk burturúr tí, sum fór fram, men »skipini fingu gagn av likviditetinum til rakstur.«