MARJUS DAM, Løgtingsmaður
Fyritreytirnar fyri at gera løgmanssetur í Hoyvík, sum onkur upprunaliga ætlaði, eru burtur. Tað skuldi kostað lítið og onki, men nú kostar tað tíggjutals milliónir. Einasta rætta er at leggja setrið í Sandavági, har setrið var í uml 300 ár
Tað skuldi kosta nærum onki. Nú skal eitt gamalt hús umvælast og broytast fyri einast 4-5 milliónir. Fornminnissavnið skal flytast annað stað fyri aðrar nógvar milliónir. Sum gongdin tykist vera innan byggivirksemi av hesum slagi hjá tí almenna, skulu teir prísir, ið verða nevndir nú, helst faldast við 2 - 3 fyri at fáa endaligu upphæddina. Løgmanssetrið í Hoyvík fer helst at kosta einar10 milliónir krónur tá avtornar. Harafturat skal flytingin av fornminnissavninum roknast 15-20 mill.
Tað hevði verið rætt at kanna, hvat ein kundi fingið eitt løgmanssetur fyri í Sandavági.
"Grundarøki er relativt bíligt.
"Nóg mikið av øki er til.
"Staðurin er vakur og søguligur.
"Onki er at ivast í, at hugskotið at gera eitt løgmanssetur í Sandavági er eitt frambrot, har ein fær nakað fyri peningin. Tá bygdaráðið í Sandavági hevur bjóðað bygdina fram til setrið, tykist sera hugstoytt, at hugskotið verður tagt í hel, heldur enn at tilboðið og møguleikarnir verða kannaðir nærri. Løgmanssetrið lá í Sandavági í eini 300 ár, tá tað tók dagar at ferðast til Tinganes. At Løgmanssetrið aftur eigur at verða lagt í Sandavági, nú bert ½ tími er til Tinganes, man ongin ivi vera í. Og onki er heldur at ivast í, at har fæst mest løgmanssetur fyri pengarnar.
Eg haldi, at løgmanssetrið skal leggjast í søguliga Sandavág har tað hevur ligið í fleiri hundrað ár.