Løgreglan: Hann myrdi Sigrid

Norska løgreglan heldur, at tað var ein 37 ára gamal maður, sum myrdi ta 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne. Tað skrivar blaðið VG í dag. Maðurin hevur verið í varðhaldi hjá løgregluni og skal í dag til grundlógaravhoyring, har løgreglan fer at krevja hann varðhaldsfongslaðan.

Verjin hjá tí 37 ára gamla sigur við blaðið VG, at hann hevur ikki hoyrt frá løgregluni, og at tann tikni heldur fast um, at hann hevur ikki gjørt nakað revsivert.

Ein 64 ára gamal maður er eisini tikin í sambandi við sama mál, men tað er ikki greitt, um hann hevði nakað við sjálvt drápið at gera, ella um hann royndi at dylja tað.

Sigrid Giskegjerde Schjetne hvarv um kvøldið tann 4. august, tá hon var á veg til hús. Í vikuni varð hon funnin deyð.