Vakthavandi á politistøðini í Runavík segði í morgun, at talan hevði verið um eitt óvanliga friðarligt ársskiti. Løgreglan í Eysturoynni hevði einki havt at gjørt, og ongar fráboðanir høvdu verið um skaða av fýrverki, eld ella nakað sum helst annað.
Sama støða í Klaksvík
Í næststørsta býnum í Føroyum, Klaksvík, hevur nýggjárið eisini verið sera friðarligt. Vakthavandi á politistøðini sigur, at hann sjálvur hevði vaktina millum nýggjársaftan og nýggjársdag, og telefonin ringdi ikki eina tí einastu ferð, sigur hann.
- Tað hevur einki verið, og um onkur skaði hevur verið av fýrverki, so er tað ikki farið umvegis politistøðina, sigur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík.