Málið um deyða hundahvølpin í Sandavági, sum fekk nógva umrøðu í miðlunum, hevur tikið eina løgna vend.
Tí tað var 27. apríl, at miðlarnir fyrstu ferð skrivaðu um ein hundahvølp, sum sambært eigarunum varð tikin úr túninum og lagdur aftur í kjallaran tímar seinni – deyður.
Málið er enn ikki uppklárað og meðan kanningar hava verið av hendingini, hava somu eigarar fingið ein nýggjan hundahvølp. Og hesin er eisini deyður av ógreiðum orsøkum.
Jógvan Páll Joensen, økisleiðari hjá løgregluni í Vágum sigur, at málið verður enn kannað, vitni verða avhoyrd og løgreglan fær tí ikki greitt frá smálutum í málinum júst nú.
- Eg kann tó vátta, at ein hundahvølpur aftrat er deyður av ógreiðum orsøkum. Hesin seinni hundahvølpurin var undir ábyrgd av sama eigara, sum tann fyrri hvølpurin. Báðir hvølparnir verða kannaðir av djóralækna fyri at finna fram til, hví teir eru deyðir, sigur Jógvan Páll Joensen.
Tí heitir hann á fólk í Vágum, sum hava sæð eitt hvørt illgrunasamt ella halda seg vita okkurt um viðurskifti hjá djórum í Vágum, um at ringja til løgregluna.
- Vit vilja fegin hoyra frá fólki, sum vita okkurt um hetta málið og um djóravælferð í Vágum sum heild, sigur Jógvan Páll Joensen.