Tað verður enn spulað frá øllum síðum á Varðan Pelagic og onkrastaðni er eldur í framvegis. Aftaná ógvusliga eldin, sum kyknaði um 10.00 í gjáramorgun, er bygningurin sostatt illa farin og har rýkur enn.
Jaspur Vang, løgreglumaður á Tvøroyri sigur í dag, at løgreglan heitir á fólk um at halda seg frá keiøkinum, tí vandin er verri enn so av enn.
- Tað lekur framvegis við ammoniak á staðnum, eldur er enn í onkrastaðni og tað er stórur vandi fyri, at bygningurin rapar, greiðir hann frá.
Tí er umráðandi, at fólk virða mørkini, sum løgreglan hevur sett.
- Tað er fyrst og fremst fyri egna trygd, men eisini so, at eingin darvar arbeiðnum hjá myndugleikunum, sigur Jaspur Vang.
Kanningararbeiðið hjá løgregluni er byrjað, hóast tað ikki er hugsingur um at koma inn í brenda bygningin nakrantíð skjótt. Og fyri at tryggja kanningararbeiðið og fólk í oynni, ætlar løgreglan at halda avsperringina í øllum førum væl inn í komandi vikuna.