Løgreglumaður skeyt 11 starvsfelagar

11 afghanskir løgreglumenn doyðu, tá ein av starvsfeløgum teirra fór at skjóta eftir teimum í Nimroz-landspartinum, sum er í útsynningspartinum av Afghanistan. Myndugleikarnir siga, at gerningsmaðurin var uttan iva úr Taliban, sum hevur fingið nakrar av sínum limum upp í løgregluna.

-Okkara fyribilskanningar benda á, at drápsmaðurimn var úr Taliban. Hann varð skotin, tá aðrir løgreglumenn skutu aftur ímóti, sigur guvernørurin í Nimeoz-landspartinum, Abdel Karim Brahawi.

Í gjár skutu afghanar, sum vóru í afghonskum hermannabúna, seks útlendskar hermenn, sum teir samstarvaðu við.