Lægri skatt til tey ríku –hækkaðan blokk úr Danmark!

Johan Samuelsen
---------

Nú er borgarliga samgongan veruleiki, og samgonguskjalið er undirskrivað. Longu áðrenn skjalið var liðugt orðað fór nýggja samgongan í hernað móti samlaðu fakfelagsrørsluni við at skatta pensjónsgjøld við inngjald í staðin fyri við útgjald, sum higartil, og vísir aftur teimun negativu árinum fyri hvønn uppsparara, sum av tí stendst. Eitt ótrúligt háttalag at leggja frá landi við hjá nýggju samgonguni, og arogansan og niðurgeringin av arbeiðandi fjøldini hjá nýggja liðnum í Tinganesi er ikki til at misskilja! Eg vóni at somikil stirðil er í fakfeløgunum, at síðsta orðið er ikki sagt í hesum máli!
Men samgongan hevur sett full segl fyri at broyta vælferðarsamfelagið grundleggjandi, skal ein trúgva samgonguskjalinum! Og tvinni eru høvuðsmálini: lægri skatt til tey ríku og hækkaður blokkur úr Danmark. Her verður onki ballað inn, sokallaður flatskattur, beinleiðis úr valskrá fólkafloksins, við 40 prosentum í skattatrekki verður settur í verk, harav 20% fara í landskassan, og so hini 20% ella har á leið fara í kommunukassarnar. Ongin progressivtetur í landsskattinum, t.v.s. at skattaprocentið hækkar stigvíst við øktari inntøku, populert sagt, at breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar, finst ikki í flatskattaskipanini, sum annars hevur  verið galdandi øll árini síðani 1948, tá heimastýrið fór undir at krevja skatt inn her í Føroyum, eftir norðurlendskum leysti. Men nú er so liðugt við tí!! Og kommunuskatturin hevur aldri havt progressitet eftir inntøkustiganum, so har er onki nýtt undir sólini! Nú skulu knappliga ØLL vera so øðiliga líka, tá um skatt ræður, 40% í part, ger so væl, ríkur ella fátækur! Hvat merkir so tað fyri hvønn borgara í hesum landi? Jú, øll sum forvinna 260. 000, kr. um árið fáa tað sama í skatti sum higartil. Men so fer ójavnin og órætturin at vísa seg: øll sum tjena minni enn 260.000 kr, t.d ein pedagogur ella ein arbeiðari, fáa MEIRI í skatti, meðan tey sum fara upp um 260.000 kr, tey fáa  SKATTALÆTTA - longri uppi á inntøkustiganum tú ert, bíligari sleppur tú í skatti, t.d, toppar ein skipari ella stjóri við 1,2 mill kr í inntøku og fær 82.000 kr í skattalætta. Hetta er tá borgarligur politikkur er best: tak frá teimum fátæku og gev teimun ríku!! Er hetta borgarliga framtíðin hjá Jørgeni -  so gerið so væl!? Skilji væl, at Jenis av Rana fekk kaldar føtur, áðrenn undiskriftin skuldi setast undir samgonguskjalið, tí nú er so sligið fast, at orðini hjá Jenisi ikki stóðu  til trúgvandi, sum søgd vórðu aftur og aftur undir valstriðnum: Veljarin veit, hvar hann hevur Miðflokkin! At selja seg til hin grábeinta, tað er tiltikið!



Hvussu skal so henda lækkingin í skattinum fremjast? Jú m.a. við at fara til Danmarkar at fylla uppí tóma skattaposan! At krevja 200 mill. kr meiri í donskum blokki, tað er “loysnin” hjá blokkasamgonguni, har allir sokallaðu fullveldisflokkarnir fyri tað kundi skift navn til Fólka(f)blokkur, Miðblokkur og Sjálvstýrisblokkur! Fyri at fáa skemtið fullkomið, so hava blokkaflokkarnir eisini nøkur orð um at arbeiða fram ímóti sjálvstøðugum búskapi – hvussu langt út kann man vassa??? Mangur hampa sambandsmaður, sum altíð hevur sett tað at klára seg og síni í hásætið, hann má vera hámur, nú biddarafylgið er á veg til Danmarkar?

Sama dag sum undirskrivað bleiv í Nesinum, so kunngjørdi danski fíggjarmálaráðharrin, at danir máttu gjalda 5,5 milliardir afturat í skatti og avgjøldum  fyri at fáa fíggjarlógina fyri komandi ár at hanga saman – og vit fara at krevja meiri blokk frá dønum, sum skylda meiri enn vit gera, fyri at geva okkara vælbjargaðu ein skattalætta – hetta er ómansligt og óvirðuligt fyri allar føroyingar út um alt sømiligt mark!! Rodnar ongin?? Og hvat fara danir at siga til slíkan asosialan skattapolitikk, fíggjað við teirra pengum?  Kassadaman í Bilka sleppur at gjalda fyri hetta borgarliga svansið!



Stóra talið av føroyingum verður persónliga verri fyri av flatskattinum – samfelagið bløðir og vælferðartænasturnar versna, tí fíggingarkeldurnar torna upp. Ùrslitið kann lættliga verða, at vanligi føroyingurin stingur í sekkin, meðan vit fáa onkran ríkiskropp higar, har skattaskjólið er eyðsýnt – her er vandi á ferð. Illa fóru Føroyar.