Løgtingið samtykt lex Varðan

Løgtingið hevur í dag, bæði við 2. og 3. viðgerð, samtykt lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, sum skal geva Tvøroyrar Kommunu heimild at leypa upp um galdandi reglur fyri hoyring.

Hóast atfinningarnar vóru hvassar, bæði úr samgongu og andstøðu, so fekk lógaruppskotið tá avtornaði rímuliga breiða undirtøku.

Tá atkvøðast skuldi eftir 2. viðgerð, atkvøddu 21 tinglimir fyri, 10 atkvøddu ímóti meðan tvær atkvøður vóru blankar. Við 3. viðgerð atkvøddu 21 fyri, 11 ímóti og ein atkvøða var blonk.

Hóast landsstýrismaðurin í innlendismálum eigur lógaruppskotið, so eru atkvøðurnar ímóti uppskotinum eisini úr samgonguni.

Úr Fólkaflokkinum atkvøddu Jógvan á Lakjuni, Jóan Magnus Rasmussen og Pauli T. Petersen ímóti lógaruppskotinum. Úr Sambandsflokkinum atkvøddi Eivin Jacobsen ímóti. Og úr Sjálvstýrisflokkinum atkvøddi partakvinnan hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, Kristianna Winther Poulsen, eisini ímóti lógaruppskotinum hjá sínum egna formanni.

Úr Tjóðveldi atkvøddu Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Anita á Fríðriksmørk og Gunnvør Balle ímóti lógaruppskotinum við 2. viðgerð. Tá atkvøddi Páll á Reynatúgvu blankt, men við 3. viðgerð atkvøddi eisini hann ímóti.

Einsamalli tingmaðurin hjá Framsókn, Poul Michelsen, atkvøddi somuleiðis ímóti.

Javnaðarflokkurin atkvøddi allur fyri lógaruppskotinum, og tað sama gjørdi Miðflokkurin.

Tingsalurin var fullsettur, tá nevnda lógaruppskot varð viðgjørt og samtykt. Øll 33 tingfólk greiddu atkvøðu.