Líkist svartasta ongum

Nú kappingin harðnar alsamt í oddinum á Sunset-kappingini, ilskast suðuroyingar um dystarásetanina hjá Hondbóltssambandinum (HSF)

Áskoðarar hjá VB skilja als ikki, hví Hondbóltssambandið ikki fyri langari tíð síðan hevur sæð trupulleikan við skipanini, og tískil framt neyðugu broytingarnar. Vit fingu orðið á tveir mælskar hondbóltsfjepparar úr Vági, og teir standa spyrjandi og fylgja ruðuleikanum, sum eini teirra valdi at kalla tað.


Meira vanligt fyrr

Bogi Mortensen, ið er ein av trúgvu áskoðarunum hjá VB gjøgnum nógv ár, og sum eisini hevur tvær døtur á liðnum, hevur valt at úttala seg um, hvussu óheppið hann heldur tað vera, at slíkt kemur fyri.

- Fyrr var tað meira vanligt, at sokallaði dupultvikuskifti vórðu spæld, men hetta er óheppið, og er man frá Hondbóltssambandinum farin alt meira frá hesum. Men í dag standa vit so við einum sera avgerandi vikuskifti fyri framman, og tað er serstakliga óheppið, at avgerandi dystir ikki fáa optimalu umstøðurnar.

- Hetta kann ikki sigast at vera dømið, tá man hevur valt at seta eina liðið at spæla dagin fyri ein so umráðandi og avgerandi dyst, sigur Bogi Mortensen, ið harmast um støðuna í bestu føroysku kvinnudeildini.


Torført at skipa ørðvísi

Eiler Einarsson, ið er formaður í kappingarnevndini hjá Hondbóltssambandinum metir, at tað er sera torført at skipa kappingina ørðvísi, tí tað eru fleiri instansar, ið skulu samskipa kappingina.

- Tað er ein sera torfør uppgáva, at leggja kappingarnar til rættis, og skal alt ganga eftir vild, eru tað fleiri viðurskifti, ið saman skulu ganga upp í eina hægri eind, sigur Eiler, ið er sera harmur um støðuna undan hesum vikuskiftinum. Samstundis sum hann er harmur um støðuna, sigur hann seg ikki duga at siga, hvat kundi verið gjørt ørðvísi, tí tað er altíð eitthvørt, ið kemur í vegin.