Læknar, sum hava kannað russiska andstøðuleiðaran Aleksej Navalnyj heita inniliga á hann um at steðga hungursverkfallinum, tí annars er vandi fyri at hann doyr.
– Um hungursverfallið bara heldur fram, so vilja vit tíverri ikki hava nakran at viðgera um stutta tíð, siga læknarnir.
Tað verður noktað læknum atgongd til Navalnyj. Teir siga, at teirra niðurstøða er grundað á úrslitini av teimum royndum, sum eru tiknar á einum fongsulssjúkrahúsi. Teir siga, at royndirnar »eru meira ella minni óheftar«.
Tann fongslaði andstøðuleiðarin er síðani fluttir á eitt sjúkrahúsi uttan fyri fongslið.
Tað upplýsir trúgvi starvsfelagið hansara Leonid Volkov.
Tann 44 ára gamli stjórnaratfinnarin verður kannaður á einum sjúkrahúsið í býnum Vladimir eystan fyri Moskva.
– Tað eru gjørdar fleiri kanningar, sigur Volkov.
Navalnyj mundi doyð í fjør eftir tað sum tey siga var ein drápsroynd við nervaeitrinum Novitjok. Hann sigur ein áralangan fongsulsdóm í einum fongsli uttan fyri Moskva.
Hann gramdi seg fyri kortum um álvarsama ryggpínu og lammilsi í armum og beinum.
Fyri at mótmæla ímóti vantandi læknahjálp í fongslinum fór Navalnyj í hungursverkfall 31. mars.
Sambært egna lækna hansra er heilsan ring vegna hungursverkfallið. Tað kann eisini vera talan um avleiðingar av álvarasomu eitranini í fjr.
Fleiri túsund fólk vóru mikudagin við í landsfevnandi mótmælum, sum krævdu, at Navalnyj fekk atgongd til óheftar læknar.
Volkov hevur kallað fongslið, har Navalnyj situr, fyri eina pínulegu.
/ritzau/dpa