Læknin og Sandoy

Bill Justinussen landstýrismaður, hevur nakrar viðmerkingar til tað, sum er skriva um læknarnar í Sandoy. Eg vil siga, at í løtuni hava vit góðan lækna í hvussu so er eitt hálvt ár fram.

Hetta við læknanum í Sandoy hevur verið terpa aftur og fram og kennur tú mína støðu í hesum málið: Sandoy skal hava lækna alt døgnið, eingin ivi um tað.

Hetta má verða eitt minsta krav, tí at leggja Sandoy við ongum lækna frá kl. 16 á kvøldið til kl. 8 um morgunin, og frá kl. 16 fríggjadag og til kl. 8 mánamorgum er einki minni enn ein katastrofa.

Nei Bill. Fyrst vóru konsultatiónirnar tiknar frá bygdunum og nú líður væl at taka læknarnar við. Eg skilji teg væl Bill, at tað er ringt at fáa lækna, tí tað var tað eisini áðrenn tú kom, so hesin trupuleikin kann sum so ikki bara verða tín.

Men so har frá at hoyra og síggja teg royna at rættvísgerða at eingin lækni skal verða partar av tíðini í Sandoy, tað er bæði grátuligt og láturligt.

Nei tað er einki andstøðu tos at man ger vart við at lækni skal verða í Sandoy. So sigur Bill Justinussen at tá samanum kemur hava vit góða kommulækna tænastu. Veitst tú hvat? So hevur tú lurtað illa eftir tí, sum vit hava roynt at fingið fram: tænastan í Sandoy hevur verið út av lagi.

Skilji eg teg rætt so hevur tú slept endanum, og meinar at vit í Sandoy skulu klára okkum uttan lækna.

Vónandi er tað ikki meiningin, men tak málið í álvara, so hesin trupuleikin ikki kemur aftur. Sum sakt hava vit góðan lækna sum er og eitt hálvt ár fram.