Hilmar Simonsen
Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum varð samtykt at hækka samsýningina til nevndina úr 300.000 krónur árliga til 1. mió. krónur árliga. Nevndin, sum telur 5 limir, helt í fjør 26 fundir. Um nevndarformaðurin fær tvífalt so stóra samsýning sum hinir limirnir, so svarar ein millión krónur til, at formaðurin fær 333.333 krónur og hinir limirnir 167.000 krónur um árið. Um talið av nevndarfundum í ár aftur verður 26, so fær formaðurin 12.820 krónur fyri hvønn fundin, meðan hinir nevndarlimirnir fáa 6.410 krónur fyri hvønn fundin.
Kjartan Hoydal, nevndarformaður, grundaði hækkingina á, at felagið fer væntandi undir oljuframleiðslu seinni í hesum árinum, og hetta leggur eina stóra ábyrgd á herðarnar hjá nevndini. Sambært partafelagslógini kann nevndin sektast, um óreglusemi fer fram.
Hann legði afturat, at ikki er óvanligt at nevndirnar í øðrum oljufeløgum á somu stødd sum Atlantic Petroleum fáa samsýningar, sum eru hægri enn hetta.
Hetta uppskotið var samtykt við 94 prosentum av avkvøðunum fyri, og hóast fleiri av uppmøttu partaeigarunum vóru ímóti, so munaði lítið. Onkrir av nevndarlimunum eru nevniliga høvuðspartaeigarar í felagnum, og tí viga teirra atkvøður sera tungt.