Keypiorka
Fyri at fáa ráð til klæðir upp á kroppin, skógvar upp á beinini, ella bil í túnið, má eitt fólk hava minst 200.000 krónur í inntøku um árið.
Hetta vísir ein nýggj kanning, sum grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe hevur gjørt.
Grannskoðaravirkið hevur gjørt kanningina fyri Føroya Arbeiðarafelag og hon varð løgd fram á aðalfundi í felagnum um vikuskiftið.
Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá, at kanningin vísti, at hóast sáttmálasettu lønirnar hjá einum arbeiðara í Føroyum er hækkað 9% hesi bæði seinastu árini, eru allar vørur dýrkaðar so nógv, at hann er verri fyri nú, enn hann var, áðrenn lønarhækkingina. Príshækkingin hevur verið eini 10% í meðal hesi bæði seinastu árini, og sostatt er ein vanligur løntakari í Føroyum líka illa fyri nú, sum hann var, áðrenn lønarhækkingina, hóast skatturin eisini er lækkaður eitt sindur.
Í roknistykkinum varð gingið út frá einum arbeiðara, sum hevur fult tímatal, tvs, 1.800 tímar um árið. Hjá einum slíkum, við vanligum útreiðslum, mangla 3.000 krónur í um árið, til klæðir, barnaansing, bil, tryggingar, húsarhaldstól o.a., tá ið tær heilt alneyðugu útreiðslurnar eru goldnar, t.d. rentur og avdráttir, olja, streymur og matur.
Hjá tí, sum ikki fær fult tímatal, og tey eru mong, manglar enn meiri í. Hjá tí, sum hevur møguleika fyri nøkrum yvirtímum, sær hinvegin frægari út.
Krevjast minst 200.000 krónur í inntøku
Kanningin hjá Rasmussen & Weihe vísir eisini, at lønin skal upp á 200.000 krónur, fyri at eitt oyra skal loypa av til nakað, uttan tær útreiðslur, sum er alneyðugar til lívsins uppihald.
Tær útreiðslur, sum verða roknaðar uppí tað allarmest neyðuga til lívsins uppihald, eru olja, sjúkrakassi, matur, rentur og avdráttur, ella leiga, streymur, telefon og sjúkrakassi.
-Men tað er ikki tað stóra, sum loypir av, tí tann, sum forvinnur 200.000 krónur um árið, hevur ikki meiri enn 8.873 krónur eftir um árið til klæðir, barnaansing, bil, tryggingar, húsarhaldstól o.s.fr.
Samstundis hevur hann goldið 80.790 krónur í skatti, AlS og til samhaldsfasta, umframt mvg.
Tað er ikki fyrrenn ein hevur forvunnið 250.000 krónur, at 28.838 krónur verða eftir eitt heilt ár til barnaansing, bil, klæðir, húsarhaldstól, trygingar, umvæling av bústaði og aðrar útreiðslur.
Skulu hugsa seg væl um
Men í hesum sambandi ger grannskoðarin vart við, at tað er stórur munur á einari inntøku uppá 250.000 krónur og so tveimum inntøkum upp á tilsamans 250.000 krónur.
Hann segði, at tá ið ein inntøkan fer uppum 150.000 krónur, veksur skattatrýstið rættiliga skjótt.
Hetta er tað fyribrigdi sum nevnist marginalskatturin. Tað merkir, at tær síðstu krónurnar, ein forvinnur, verða nógv harðari skattaðar enn tær fyrstu krónurnar.
- Eitt nú sleppa tvær inntøkur uppá 100.000 krónur rættiliga nógv bíligari í skatti enn ein inntøka uppá 200.000 krónur.
-Eru tað eini hjún, har annar parturin hevur møguleika at forvinna eitt sindur afturat, er tað tí av størsta týdningi, at tey hugsa seg væl um, hvør fær hesa eykainntøkuna. Marginalskatturin ger, at tað loysir seg rættiliga væl at lata tann, sum frammanundan forvinnur minst, taka teir eyka tímarnar, sum eru
-Tí hevði tað eisini verið ein stórur fyrimunur hjá nógvum húskum, um inntøkurnar høvdu verið býttar sundur ímillum mann og konu, áðrenn skatturin verður roknaður.