Línuskipini ikki almennan stuðul

Felagið Línuskip hevur biðið myndugleikarnar um 14 milliónir krónur í hjálp í eitt ár, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur nei, tí samgongan vil ikki. Sambært felagnum eru línuskipini so illa fyri, at tað er vandi fyri, at allur flotin fer á húsagang.

Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við sjónvarpið í gjárkvøldið, at tað er ikki politisk undirtøka í samgonguni fyri at veita línuflotanum beinleiðis stuðul.

Línuskipini kenna serliga sviðan av, at fiskaprísurin er fallin so nógv. Eitt nú er avreiðingarvirðið á Fiskamarknaðinum fyri tosk, brosmu og longu í hesum tíðarskeiðnum er minkað 94,5 milliónir krónur.