Lær meg - Carl Jóhan

Góði Carl Jóhan Jensen, tú sum ert so greiður, gløggur og góður. Fyrigev mær mína fávitsku. Og lat tú meg bert leska ein løgg av tíni kunnleikans ótømandi keldu, so eg skilji heimin.

Fyrigev mær eisini mín frekleika og fyll meg við tínum fyrikomandi og frílynta lyndi.
Eg drýpi høvur í skomm, eftir at hava lisið tínar avdúkandi sannleikar um meg í sannleikans tíðarriti. Tú hevur púra rætt. Eg eri fávitskutur og frekur - havi hvørki hylling ella høvd uppá samfelagsins viðurskifti. Heldur ikki kanningarstjórafrágreiðingina, sum kvetti høvdið av Jørgeni Niclasen.
So góði, greiði, gløggi Carl Jóhan, lær tú meg og okkum onnnur deyðiligu, hvussu sannleikin hongur saman. Væta okkum við tíni kunnleikans keldu, og sig okkum veruligu søguna um kanningarstjórafrágreiðingina og Jørgen Niclasen, sum bert tú skilir.
Men minst til, góði Carl Jóhan, tú skrivar til okkum fávitskutu. So lat vera við at oysa tín kunnleika burt á veldugum síðum í sannleikans tíðarriti. Væta okkum heldur við skilliga sannleikanum í eini grein, sum ikki er longur enn 3.000 tekin. Eg bíði spentur eftir at læra - Carl Jóhan.

E.S.: Tú mást orsaka, at hendan viðmerking ikki bert er send til sannleikans tíðarrit, men eisini til fákunnugu miðlarnar.

Við eyðmýkt