Lærarar skulu hava hægri løn

Lærarar skulu hava hægri løn og skulu undirvísa minni

Tað skal tó eingin ivi vera um, at vit vilja betra lønina munandi. Tað sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

Sáttmálin ímillum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið er úti 1.oktober, so í næstum skulu samráðingar vera um ein nýggjan sáttmála, og tær samráðingarnar er Lærarafelagið farið at fyrireika seg til.

Og í hesum sambandi sigur hann, at endamálið er at bøta munandi um lønina. Eitt mál hjá Lærarafelagnum er, at allir flokslærarar skulu hava 1.000 krónur í lønarhækking um mánaðin, umframt aðrar ábøtur.

Byrjanargrundlønin hjá lærarum er næstan 27.000 krónur um mánaðin, og endalønin táttar nú í 35.000 kr, eftir at ein hevur arbeitt í 12 ár sum lærari.

Hann hevur eisini varhugan av, at lærarar føla seg trýstar og strongdar, og tað tykist eisini sum um at alsamt fleiri lærarar hugsa um arbeiðsumstøður.

Eitt, hugsað verður um í hesum føri, er, at teir 1800 tímarnar í ársverkinum skulu skerjast. Tað er fyri at bøta um trivnaðin og helst eisini fyri at minka um undirvísingartímatalið.

Men nevndarlimurin í Lærarafelagnum vísur samstundis á, at nú løgtingsval er fyri framman, er óvist, nær umstøður vera at fara undir samráðingarnar í heyst. Tvørtur ímóti væntar hann, at tað ikki verður fyrr enn eftir nýggjár, at samráðingarnar verða lidnar, og semja fæst um nýggjan sáttmála.