Læraraskúlavøllurin brúktur til off-road koyring

Ikki síðani seinastu ólavsøkukonsert hevur vøllurin uttan fyri Føroya Læraraskúla verið so ljótur, sum hann var leygarmorgunin, tá onkur hevði spolað runt á vøllinum í einum lítlum reyðum Golf

Leygarkvøldið hevði onkur fingið tað sjáldsama hugskot, at taka ein bil og koyra inn á vøllin uttan fyri Føroya Læraraskúla. Eitt undarligt hugskot, men ikki nóg mikið við tí. Hesin hevði eisini spolað stóran part av vøllinum upp, soleiðis at hann í morgun var lítið vakur á at líta.
Tá vit tosaðu við skúlatænaran í morgun, stóð bilurin framvegis á vøllinum. Hann hevði júst tá tosað við løgregluna, sum hevði funnið útav, hvør átti henda góða bil, og løgreglan hevði eisini givið viðkomandi boð um, at fáa henda bilin fluttan av vøllinum, sum neyvan hevur verið so ljótur, sum síðani seinastu ólavsøkukonsert.
Skúlatænarin veit onki um, at bilar hava gjørt seg inn á vøllin á henda hátt áður, men speiskliga segði hann, at tað var nóg væl, at bilførarin hevði megnað at gjørt so nógv um seg, so bleytur og vátur vøllurin er.
– Hann kundi eins væl staðið fastur beinanvegin, heldur Jóni Johannesen, skúlatænari.
Sum skilligt er, so harmast hann um standin, vøllurin nú er í, men hann sigur, at hóast sporini eru djúp nakrastaðni, so fer tað helst at laga seg sjálvt við vøllinum.