-Lærið av okkum

-Stórur áhugi er fyri at seta pengar í leiting við Føroyar. Tað er tí, at hetta er eitt ókannað øki. Tí eru tað eftir okkara meting stórir møguleikar at gera fund her og meta vit goymslurnar at vera stórar. Vit meta eisini, at her kunnu gerast sera stór fund. Tí eru eisini fleiri av okkara samstarvsfeløgum stór oljufeløg sigur nevndarformaðurin í Faroe Petroleum, sum heldur, at onnur føroysk feløg eisini kunnu læra av teirra royndum

Oljufundur í London
Jan Müller
[email protected]


Joe Darby er ikki hvør sum helst í altjóða oljuhøpi. Var stjóri í tí stóra oljufelagnum Lasmo, sum nøkur ár herfyri varð keypt upp av øðrum oljufelag. Hann var stæddur í London, tá føroyska sendistovan skipaði fyri stóra tiltakinum har.

-Vit eru við búna okkara loyvi á føroyska landgrunninum og eru farnir undir at skjóta seismikk við tí fyri eygað at finna hóskandi leiðir at kanna nærri og vónandi eisini seta borin í einaferð í framtíðini. Vit eru sera vónríkir, tí vit halda okkum hava fingið tillutað sera góð loyvi. So vit halda, at tað, sum okkara lítla felag hevur megnað, vanliga er nakað, sum er eyðkenni fyri eitt stórt oljufelag. Tvs. at hava fingið tillutað so nógv góð loyvi. Eg eri sera nøgdur við arbeiðið higartil og ikki minst við okkara starvsfólk.

Joe Darby, sum er sera væl kunnugur við Føroyar og føroysku oljutilgongdina frá tíðini, tá Lasmo varð partur av leitingini, heldur fyri, at teirra fyrsti brunnur verður helst boraður í 2006 ella 2007, í loyvi 5, sum liggur tætt upp at markinum móti Bretlandi. Nærhendis er gjørt eitt sera væleydnað fund, nevnt Cambo, júst hinumegin markið. Hetta feltið líkist ikki sørt teirra egna Ann Maria prospek í loyvi 5 á føroyska landgrunninum. Føroya Kolvetni stendur fyri 25% av hesum loyvinum, meðan ENI hevur 75%. Sosialurin hevur annars skilt, at føroyska felagið hevur verið í samráðingum við ENI at taka yvir tess part av loyvinum. Málið sigst liggja í Vinnumálaráðnum til góðkenningar.

Joe Darby sigur annars, at Faroe Petroleum hevur ikki bundið seg til at bora ein brunn í hesum loyvinum. Komandi kanningar skulu tí vísa, um man ætlar sær at bora ella ikki.

Góð fólk avgerandi
Vit spurdu bretska oljumannin, hvat er svarið til successina hjá Faroe Petroleum, sum bæði hevur megnað at fáa so nógv góð loyvi og fáa so nógvar útlendskar íleggjarar?

-Tað er avgerandi at hava eitt lið av góðum og vitandi fólkum og síðani eisini tey góðu sambond, sum hesi fólk hava skapt ikki bert við føroyskar myndugleikar, men eisini við onnur og stór oljufeløg, sum arbeiða í økinum.

-Men hvussu ber tað til, at so nógvir íleggjarar vilja seta pening sín í leiting í einum so óvissum øki sum tí føroyska?

-Tað er tí, at hetta er eitt ókannað øki. Tí eru tað eftir okkara meting stórir møguleikar at gera fund her og meta vit goymslurnar at vera stórar. Vit meta eisini, at her kunnu gerast sera stór fund. Tí eru eisini fleiri av okkara samstarvsfeløgum stór oljufeløg.

Joe Darby sigur annars, at Faroe Petroleum er tað fyrsta og fremsta føroyska felagið, sum hevur tikið stigið til at fáa útlendskar íleggjarar til at seta pening í eitt føroyskt felag. -Eg vóni, at tit sum eru komin saman her í London leggja tykkum hetta í geyma og eisini siga øðrum frá hesum møguleikum. At tit læra av okkara royndum, tí er talan um eitt gott felag við góðum fólkum og møgleikum, so stendur fíggingarmarknaðurin í London opin fyri tykkum.