Páskaaftan spæla Lærusveinarnir til tónleikakafé á Seglloftinum á Tvøroyri. Seglloftið skrivar soleiðis á sínari Facebook vangamynd:
?Leygarkvøldið 3. apríl verða vælumtóktu Lærusveinarnir aftur á Seglloftinum. Eyðun Nolsøe, Tróndur Enni og Henning Nicodemussen hava altíð megnað at savnað hópin av fólki til framførslur teirra á Seglloftinum, og verður leygarkvøldið neyvan nakað undantak, nú páskir eru, og mangir útisetar hava leitað sær heim á klettarnar aftur. Lærusveinarnir spæla dansitónleik, tá hann er best, og er samanspælið í bólkinum ein fragd at hoyra uppá. Hjartaliga vælkomin á Seglloftið leygarkvøldið! Entré 130,-?