Líta ikki á Helle

Tað er synd at siga, at danski almenningurin hevur serliga stórt álit á landsins stjórnarleiðara, Helle Thorning-Schmidt.

Tað er í hvussu er niðurstøðan í einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingaran. Gallup hevur spurt danir, hvussu stórt álit teir hava á 16 av landsins fremstu politikarum, og Helle Thorning-Schmidt røkkur ikki longri upp enn á 13. pláss.

Fólk hava størri álit á onkrum av hinum ráðharrunum í stjórnini. Mette Frederiksen, arbeiðsmarknaðarmálaráðharri, hevur leingi verið betur umtókt enn stjórnarleiðarin, og tað er hon enn. Fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, kann ugga seg við, at hóast harðar ákoyringar er hann tann ráðharrin, sum flestu danir hava álit á.