Lítið hugalig tøl á Tvøroyri

Næsta ár hevur Tvøroyrar Býráð skorið tað allarmesta burtur av tí, sum kommunan ikki er lógarkravd at betala

Tað var alt annað enn hugaligt at vera býráðslimur á Tvøroyri í gjárkvøldið.

Býráðið skuldi endaliga samtykkja fíggjarætlanina fyri næsta ár, men tað var rættiliga skjótt í viðgerðini, at býráðslimir ásannaðu, at talan er um ljót tøl, teir hava við at gera.

Niðurstøðan er, at býráðið hevur verið noydd at spara allastaðni, har sparast kann og sostatt hevur hon at kalla bara útreiðslur á fíggjarlógini, sum kommunan er lógarkravd at hava.

Í fíggjarætlanini fyri næsta ár er roknað við eini inntøku til kommunukassan upp á góðar 46 milliónir, sum er áleið tað sama sum í ár.

Hinvegin hava tey ikki hildið tað vera ráðiligt at hækka skattaprosentið enn meiri, men tað er eisini millum tey hægstu í landinum frammanundan. Sostatt verður skattaprosentið á Tvøroyri eisini 23,5% næsta ár. Barnafrádrátturin verður eisini tann sami næsta ár sum í ár, ella 5000 krónur.

Tilsamans fer kommunan at kosta 37 milliónir í rakstri næsta ár og tá eru íløgurnar við, umframt stuðul til ítrótt og onnur endamál.

Men íløgurnar eru ikki nógv at reypa av, tí størstu íløgurnar eru ein journalskipan til tannlæknan og ein talgild heilsuskipan til kommunulæknarnar.

Men hinvegin skal kommunan eisini betala átta milliónir í rentum og avráttum.

Sostatt hevur býráðið skalluta 1,5 millión eftir til asfalteringar, aðrar tekniskar útreiðslur, ábøtur á skúlar og annað.


Siga samstarv upp

Býráðslimir eru samdir um, at býráðið hevur so lítið av peningi til at halda kommunalar ognir fyri, og at gera ábøtur fyri, at tey klára ikki at halda stand fyri tað forfall, sum er.

- Sostatt fella kommunalu ognirnar spakuliga í órøkt.

Harafturat hevur kommunan nú sagt alt samsarvið um NSR tænastuna í Suðuroy upp og har sparir kommunan útvið 200.000 krónur.

NSR tænastan er ein námsfrøðilig og sálarfrøðilig ráðgeving í sambandi við skúlverki, sum kommunurnar bera útreiðslurnar til rakstur og starvsfólk.

Býráðslimir ásanna, at tað er serliga vøksturin í teimum sosialu útreiðslunum sum eru eksploderaðar seinastu árini, serliga síðani barnaverndarøkið varð lagt undir kommunurnar at umsita.

Og Kristin Michelsen, borgarstjóri, staðfestir, at hetta er eitt øki, sum fer at verða eftirkannað í nærmastu framtíð at vita, um nakrar sparingar eru at heinta.

- Vit fara at hyggj eftir øllum útreiðslum, sum ikki eru beinleiðis lógarkravdar, sigur hann.

Býráðslimir á Tvøroyri ásanna eisini, at tað verður ein spurningur um býráðið ikki noyðist at endurskoða fíggjarætlanin tá ið nakað er liðið út á árið at vita um tað er neyðugt at gera enn fleiri sparingar.

Les eisini greinina: Stór sveiggj seinastu árini