Lítil línuveiða í ólavsøkuvikuni

Í løtuni er bara eitt línuskip til fiskiskap. Teir koma inn at landa í morgin.

 

Nú tað stundar til ólavsøku, er eitt línuskip á Íslandsrygginum. Skipið fiskar fær mest av toski og svartkalva og kemur inn at landa í morgin, mánadagin.

Á Fiskamarknaði Føroya er eingin kunning um onnur línuskip, sum eru til fiskiskap í løtuni, og tískil kunnu vit rokna við, at skipini liggja.

Um útlitini til útróður í ólavsøkuvikuni, verður sagt, at bæði streymur og veðurútlit eru rímiliga góð, men av tí, at ólavsøkan er so nær, er ikki væntandi, at nógvur útróður verður.

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er eisini heldur lakari nú, enn hann hevur verið.