Lítlan mansaldur saman við stóra Óla P

Í dag verður Óli Petersen 75 ár og verður dagurin hátíðarhildin við móttøku í Miðlahúsinum.
Fyrstu ferð vit á Sosialinum komu í samband við Óla Petersen var í 1984. Tórfinn Smith, ein av undangongumonnunum aftanfyri Sosialin, og undirritaði høvdu verið í Danmark fyri at fáa íblástur frá bløðum har, hvussu tú kundi menna eina føroyska ávís, og millum mongu góðu ráðini vit fingu var at knýta ein teknara at blaðnum. Og tá var tað heilt náttúrligt at hugsa um teknaran á Skála, sum longu tá hevði víst síni kynstur í bæði Rukkulakka og Dimmalætting. Vit settu okkum í samband við Óla, sum gjørdi eina tekning, ið skuldi brúkast til sølufremjandi endamál. Hon fekk heitið “Hin politiski dunnuhylurin” og var eitt puslispæl, sum lesararnir skuldu seta saman, og so varð drigið til jóla, hvør hevði sett teir ymsu partarnar rætt saman. Onkur líknandi tekning kom aftrat, men tað var so tað. Tað skuldu ganga umleið fimm ár til vit veruliga møttust og fingu eitt lívlangt samstarv í lag.
Í eini sjónvarpssending í 1988 avdúkaði sami Óli Petersen Føroya fyrstu  myndarøð,  “Stavnur og Snar – Av bygd í bý”, sum hann hevði arbeitt við í fimm ár. Hendingarnar í myndarøðini fara fram úti á bygd, í Frelluvík og í Havn, serstakliga Klubbanum.
Eg var ein av teimum hepnu, sum sóu hesa sending, tí í endanum av samrøðuni segði Óli, at ynskti okkurt blað at prenta myndarøðina, varð tað vælkomið at venda sær til sín.
Bleiv so hugtikin av hesum manninum, at eg alt fyri eitt ringdi til hansara. Blíði og skilagóði teknarin á Skála segði mær, at eg var tann fyrsti, sum spurdi um myndarøðina, og Sosialurin skuldi fáa hana fyri eina ávísa upphædd.
Tað vóru ikki júst gullnámstíðir í føroyska blaðheiminum tá, og tí kom prísurin eitt sindur illa við, tó at eg visti, at her lógu nógvir arbeiðstímar.  Men eg var uppsettur uppá, at Sosialurin skuldi hava hesa myndarøðina, tí hetta var nakað nýtt og forvitnisligt. Eg visti, at hann hevði teknað bæði til Rukkulakkan og Dimmalætting, so nú var tað uppá tíðina, at Sosialurin, sum jú var í stórari menning og sum ynskti at fáa enn fleiri lesarar,  fekk knýtt hetta listarliga flogvit at  blaðnum.
Tað var heldur  ikki bara sum at siga tað at útvega neyðugu upphæddina. Hetta at skula brúka ein blaðteknara var nakað nýtt og øðrvísi í føroyska blaðheiminum.
Nú vórðu góð ráð dýr. Eg segði mínum baklandi og Óla, at vit vildu keypa myndarøðina treytað av, at hann eisini hevði  aktuellar tekningar á baksíðuni í Sosialinum nakrar ferðir um vikuna í eina tíð – íroknað prísinum. Fór til vinir hjá húsinum og fekk í lag eina donorskipan, har fólk rindaðu eitt fast gjald um mánaðin í eitt ár fyri at fíggja myndarøðina, samtíðis sum tey og allir aðrir lesarar hjá Sosialinum nú fingu ein fastan teknara á baksíðuni.
Hesir donorar sóu týdningin hetta kundi fáa fyri blaðið og almenningin - at fáa ein so gávuríkan teknara knýttan at sær. Soleiðis byrjaðu baksíðutekningarnar í Sosialinum, tann fyrsta stóð í blaðnum 9. februar 1989.
Í bakspeglinum kann man í dag siga, tá vit taka samanum hetta drúgva samsstarv, at hetta er tað nærmasta vit koma hugtakinum – ein vinnarastøða fyri báðar partar. Vóni at Óli er samdur við mær í hesum.
Og hetta var bert byrjanin. Eftir eitt hálvt ár teknaði Óli fimm ferðir um vikuna, og tað helt fram í eitt ár, tá vit so samdust um, at rætta talið var tríggjar ferðir.
Tá Óli P eina tíð seinni kom inn á gólvið á Argjum við myndarøðini gjørdist eg kløkkur og bilsin. Hevði als ikki ímyndað mær, at hann var so stórur og prúður. Her frammanfyri mær stóð ein stór persónligheit, sum útstrálaði nakað heilt serligt. Hann hevði karisma. Visti heldur ikki tá, at her við mína lið stóð ein samstarvsfelagi og vinur fyri lívið.
Og hvussu hevur so hetta samstarv ment seg øll hesi árini! Longu í 1989 kom hugskotið at skipa fyri framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við tekningunum hjá Óla P á ólavsøku á hvørjum ári! Samstarvið við Smiðjuna ella rættari Tórshavnar Býarsavn og Finn Johansen helt fram í umleið 16 ár, til framsýningin flutti í Miðlahúsið.
Tað er ikki óvanligt, at blaðtekningar verða givnar út í bók. So hví ikki geva tekningarnar hjá Óla út í bók! Og aftur her var stutt millum orð og gerð. Tað hava vit so gjørt øll árini, og á føðingardegnum hjá Óla 24. Januar kemur tann 22. bókin út í Skemtrøðini. Haraftrat hava vit givið út í bók myndarøðina Stavnur og Snar, og vit hava savnað allar tekningar um grindadráp í eina bók, “Hvør av øðrum liva má”, sum kom út á ikki færri enn 6 málum.
Samstarvið við Óla P gjørdist so mikið gott, at vit báðir miðskeiðis í 90 árunum fóru til Danmarkar at vera tilsteðar, tá virðislønir vórðu latnar bestu donsku blaðteknarunum. Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, at henda løtan saman við starvsbrøðrum í Danmark var ein góð uppliving fyri Óla,  har hann bæði fekk íblástur og vinir – og ikki minst viðurkenning.
Og nú er tosi um útlendskar blaðteknarar, so tóku vit á blaðnum eisini stig til at bjóða donskum, norskum og íslendskum blaðteknarum til Føroya at hava framsýning í Norðurlandahúsinum saman við Óla P. Teir vórðu eisini til arbeiðis í Miðlahúsinum. Tað var ein gevandi tíð fyri okkum og veit eg, eisini fyri Óla.
Óli P hevur eisini fingið virðislønir fyri sítt teknikynstur. Hann fekk eitt árið M.A. Jacobsen virðisløn og seinni eisini ársins kjakvirðisløn.
Tað eru tey, sum halda, at Føroyar hava verið ov lítlar til kempuna Óla P. At hann átti at livað og teknað í øðrum landi og fyri ein størri marknað. Tað fáa vit so einki gjørt við, men Óli hevur eisini gjørt tekningar til útlendskar miðlar og tíðarrit. Tá Danmark og Føroyar fyrstu ferð møttust í landsdysti í Parkini brúkti Ekstrabladet fleiri tekningar hjá Óla P. Eisini fleiri fakbløð hava brúkt hansara tekningar. Og Óli hevur so sanniliga eisini havt sínar fjepparar uttanlanda.
Fyri meg sjálvan hevur Óli P verið ein ótrúlig inspiratión, so eg havi kent tað nærum sum ein heiður og mína skyldu at standa fyri framsýningunum við hansara tekningum á hvørjari ólavsøku í meira enn 20 ár.
Óli P hevur verið góð branding fyri Sosialin sum fyritøku, og handilsliga hevur hann verið eitt gott íkast til okkara økonomi, har vit fyrst seldu blaðið við hansara tekningum, síðani bøkurnar við hansara tekningum og loksins sjálvar originalarnar á ólavsøkuframsýningunum. So umframt tað stóra mentanarliga virðið hesar tekningar hava havt og hava, so hava tær eisini givið fyritøkuni eitt fíggjarligt íkast, og tøkk skal Óli hava fyri tað eisini.
Eg skal ikki siga so nógv um  tann týdning tekningarnar hava havt fyri okkum øll og fyri Føroyar sum heild! Tað skulu onnur meta um. Men neyvan taki eg munnin ov fullan, tá eg sigi, at  tað týdningarmesta við tekningunum hjá Óla P er, at hann fær okkum at flenna, og ein góður látur er altíð sunnur. Tekningarnar hava verið við til at lætta um gerandisdagin og at fáa fólk at síggja og uppliva dagligar politiskar og samfelagsligar hendingar við øðrum brillum. Hvussu oftani hoyra vit ikki, at tekningin hjá Óla P á baksíðuni í Sosialinum sigur meira enn tíggjutals drúgvar og langar greinar!
Skemtiteknarar av hansara formati hava ein týðandi leiklut sum viðmerkjarar  til dagsins stóru mál og hava tí týdning fyri søguna og samtíðina sum heild. Tekningarnar hoyra til okkara klassikarar og vilja tí altíð vera aktuellar. Tær eru partur av dokumentatiónini av okkara samtíð saman við so nógvum øðrum keldum.
Mínar royndir á Sosialinum í skjótt 33 ár eru tær, at tað er so ómetaliga týdningarmikið at halda fólki til, ikki minst fólki, sum eru nátúrtalent og fødd við gávum, sum fá onnur eiga. Tað er tí eisini ein uppgáva  hjá einum blaðstýrara at leggja sær í geyma tey mongu talent úti í samfelagnum, at uppdaga tey og lofta teimum,  at taka tey til sín og geva teimum ein pall, haðani tey sleppa at útinna síni evni og kynstur. Til gleði og gagn fyri øll onnur.
Við øðrum orðum mugu vit ongantið gloyma tann týdning okkara lista- og mentanarfólk hava og kunnu hava fyri okkum øll sum tjóð og fólk, og her haldi eg Óli P er nettupp eitt dømi um, hvussu týdningarmiikið tað er at unna og geva listafólki ein pall at virka á.
Her eru tað politikararnir, sum skulu vera teir, ið halda listafólkunum til, skapa teimum gróðrarlíkindi. So pallurin Sosialurin hevur givið Óla P átti at verið ein eggjan og áminning hjá øðrum at skapa mentanar- og listafólki teir pallar, tær umstøður, teimum tørvar og sum vit øll kunnu fáa gleði av.
Við hesum orðum vil eg ynskja Óla P hjartaliga tilukku við 75 ára degnum og takka fyri sera gott og gevandi samstarv hesi seinastu 22 árini við vónini um eins gott samstarv í framtíðini.