Eg haldi tað er gott, at David á henda hátt kann vera við til at stuðla føroyska vinnulívinum. Tað er eisini stuttligt hjá honum at eiga partabrøv í Føroyum. Vit gera hetta ikki fyri at tjenar pengar her og nú, men vónandi er virðið á partabrøvunum øgiliga stórt, tá David sum unglingi ella hálvvaksin fer at taka pengarnar út aftur sigur mamman Inna, ið hetta seinasta hálva árið hevur arbeitt sum journalistur og grafikari á Sosialinum í Vágsbotni. Pápin Kristian, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur, hevur ansað David hesa tíðina, og hann heldur tað eisini vera bæði rætt og gott at seta pengar í partabrøv heldur enn at hava teir standandi í bankanum, nú rentan er so lág. David eigur nú fimm partabrøv í føroyska oljufelagnum.
Inna er úr Sørvági men flutti tíðliga til Svøríki, har hon møtti Kristian, sum er føddur í Álandi. Seinastu 12 árini hava tey búð í Stokholm, og har er David eisini føddur. Kristian hevur gott arbeiði har og fara tey nú aftur til Stokholm, men Inna útilokar ikki, at tey ein dag venda heimaftur til Føroya, og at tað tá er arbeiði til bæði teirra og tey eru vælkomin. áðrenn hann og foreldrini fara aftur til Svøríki, var at seta sparipeningin í føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum. David var millum tey seinastu, sum keyptu partabrøv í føroyska oljufelagnum. Hetta hendi hósmorgunin, bert nakrar fáar tímar, áðrenn sølan av partabrøvum endar, nevniliga hósdag klokkan 16.