Ølbúkur. Dellur. Ístur? Jú, vit kenna tað øll. Veturin var harður, tú legði ikki av at roykja, og tú etur enn sós afturvið búffinum og eplunum. MEN! Okkurt er at gera. Summarið er ávegis, hóast tað ikki tykist so við øllum kavanum uttanfyri. Tað er skjótt, at vit skulu skifta buksurnar út við kjólan, og tá nyttar ikki serliga nógv at hava dellurnar svingandi innanfyri.
- Tað eru fleiri orsøkir til, at feittið setur seg á búkin. Etur tú ov nógvar kolhydratir? Ert tú stressað, roykir og svevur illa? Tað kunnu vera orsøkir, sigur Arne Astrup, professari á Institut for Human Ernæring á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við eb.dk.
Tað hjálpir at eta færri skjótar kolhydratir sum tildømis rís og ljóst breyð. Tað loysir seg at eta rugbreyð, kjøt, fisk og høsnarunga saman við grønmeti.
Nógvar kolhydratir seta seg sum feitt á búkin, vísa kanningar. Í kanningini varð ein bólkur av menniskjum biðjin um at býta kolhydratir út við proteinir. Hesin bólkurin klænkaði meira feitt um búkin enn tann bólkurin, ið varðveiddi vanliga kostin við kolhydratum, greiðir Astrup frá.