Lættur sigur

Hondbóltur, kvinnur: Uttan stórvegis hóvasták vann Kyndil ein hampuliga tryggan sigur á Tjaldri, sum aftur í ár fer at hava tað trupult

Kyndil-Tajldur 36-24 (15-13)


Upprunaliga skuldi hetta vera fyrsti landskappingardystur á árinum hjá liðunum báðum, men onkursvegna var dysturin útsettur, tá kappingin skuldi byrja.

Hóskvøldið høvdu so bæði liðini stundir til at avgreiða setningin, og sum væntað, so gjørdist tað Kyndil, ið streyk avstað við báðum stigunum.


Lág ferð

Fyrsta partin av dystinum var annars ikki tann stóri munurin á liðunum báðum. Tjaldur fylgdi væl við, og tær vóru eisini á odda okkurt skifti í hálvleikinum.

Tað tóktist tó alla tíðina eyðsæð, at tað tó bert var ein spurningur um tíð, so skuldi Kyndil fara avstað.

Ann Hansen byrjaði á beinkinum, og tað setti eisini beinan vegin nakað av ferð á Kyndilsspælið, tá hon kom inn. Leikferðin hevði annars fram til tá verið óvanliga lág. Kyndil rykti tá nakað, men móti endanum fekk Tjaldur tó aftur toga seg eitt sindur fram aftur.


Orkan ov lítil

Í seinna hálvleiki fór Kyndil rættiliga skjótt at draga frá, og orsøkin til hetta var eisini eyðsýnd.

Leikferðin, sum allan fyrra hálvleik hevði verið í lægra lagi, varð sett nakað upp, og so megnaði Tjaldur ikki at fylgja við.

Longri tað leið út á dystin, størri gjørdist munurin, og tað var týðiligt, at munurin í venjingarstøðu hjá liðunum var stórur.

Í einum tveimum førum slapp Kyndil at skjóta fimm-seks mál á rað, og móti endanum tóktust tær hugsa meira um, at allar skuldi sleppa á málskjúttalistan.


Ov tunt

Uttan at leggja nakað serligt í úrslitið, so ber kortini til at staðfesta, at enn væntar nakað í hjá liðunum báðum.

Ringast stendur til hjá Tjaldrinum, sum als ikki tykist vera gearað til fyrstudeildarhondbólt. Teknisku feilirnir eru ov nógvir í tali, og eisini tykist tað, sum at orkan til at spæla er ov lítil.

Ein betran av hesi hevði ivaleyst komið væl við, tí hóast teknisku manglarnir, so megna tær tó eisini at spæla hondbólt, men ikki í trýss minuttir. Hetta kom eisini til sjóndar fleiri ferðir í fjør, tá tær í nøkrum dystum fylgdu væl við í tríggjar fjórðingar av dystinum, men so dragnaðu afturúr seinastu løtuna.

Hjá Kyndli tykist størsti trupulleikin at vera, at breiddin í hópinum er ov lítil. Ella skuldi man kanska sagt ov lítil á ávísum plássum.

Serliga ringt tykist hetta vera í miðjuni, tí hóast mótstøðan hóskvøldið ikki var av teimum størstu, so fall leikferðin og ?dygdin, hvørja ferð onkur av mið- ella bakspælarunum fór út á beinkin at hvíla seg.

Heldur ikki er liðið so væl fyri á málverjasessinum, sum tær onkuntíð hava verið. Hetta skal tó ikki vera nýggju málverjunum til last, tí tað er avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva at skula loysa fyrst og fremst Maritu Hermansen av.

Samanumtikið tykist soðið vera ov tunt til, at Kyndil veruliga skal blanda seg upp í oddastríðið í ár, men hinvegin kunnu tær kanska tosa við, tá annað slag av málmi enn gull skal býtast út.


Dysturin í tølum:

Kyndil-Tjaldur 36-24 (15-13)

Málskjúttar

Kyndil: Lotte Sørensen 11(5), Jórun Ludvig 7(2), Ann Hansen 6(1), Anita Kjærbo 3, Signhild Petersen 2, Semona Fjallstein 2, Jensia Petersen 2, Kristbjørg Petersen 1, Kristina Holm 1, Brynhild Klein 1

Tjaldur: Beinta Joensen 7(1), Sunrid Gleðisheygg 6, Ann-Mari Østerø 4, Mona Langgaard 3, Kristine Ellingsgaard 3(1), Oddvá Fossdalsá 1

Brotskøst: Kyndil 8, Tjaldur 4

Útvísingar: Kyndil 1, Tjaldur 1