Lív á egnum beinum

Saman við Niels Midjord, Tróndi Enni og Una Debes hevur Lív Næs í fleiri ár ríkað føroyingar við frálíka tónleikagávum sínum. Intensiv venjing á guitara og yrkingar hjá abbanum hava gjørt sítt til, at Lív nú stendur á egnum beinum, tá hon sendir fyrstu solo-fløgu sína á marknaðin mánadagin

Tað var fyri trimum árum síðani, at Lív Næs veruliga vann sær pláss í føroyska tónlistaheiminum. Saman við Niels Midjord var hon partur av útgávuni, Tú skalt eiga morgin dagin, har føroyskar týðingar av yrkingum hjá norska Alf Proysen vórðu framførdar.

Fá vóru í iva um, at her var talan um eina sjáldsama vakra rødd, og framførslurnar hjá teimum báðum vóru nógvar í tali. Og saman við Una Debes og Tróndi Enni hevur Lív seinastu tvey árini verið partur av eini sera væl umtóktari trio, ið hevur spælt til nógv tiltøk kring landið.


Ungur dreymur

Dreymurin um egna útgávu er ofta drívmegin hjá ungum tónaspírum, men sjálv sigur Lív, at hesin dreymur ikki er so gamal fyri sítt viðkomandi.

- Tað er ikki so, at hetta er nakað, ið hevur búð í mær í nógv ár. Tað var bæði spennandi og stuttligt, at Niels beyð mær upp í part á síni útgávu. Nú skal eg sjálvandi vanda mær um orðini, men tað var jú eisini soleiðis, at eg visti, at eg mátti menna meg enn meira, um eg veruliga skuldi gera nakað við tónleikin. Tað var jú heldur ikki so, at eg kundi vera partur av Niels í allar ævir.

- Tí fór eg av álvara undir at venja guitar-spæl. Eisini gjørdi eg nøkur løg sjálv, men útgávan, sum nú er veruleiki, birtist av álvara, tá Petur Martin Petersen á bókasavninum tosaði um yrkjaraevnini, sum eisini eru partur av familjuni. Abbi mín, Johannes Andreas Næs – Flóvin Flekk – hevur gjørt hópin av yrkingum, og Petur Martin vísti mær á eitt savn hjá honum.

- Savnið fangaði meg veruliga alt fyri eitt. Eg kendi meg veruliga heima í flestu av yrkingunum, og eg fór eisini undir at gera løg til fleiri av yrkingunum. Og tað er hetta, sum nú gevur úrslit í eini fløgu.

- Evnini í tekstunum spenna víða; um kærleika, sorg og náttúru, og málsliga haldi eg eisini, at tær eru nakað fyri seg. Í fleiri førum eitt sindur fyndugt, soleiðis at gomul orð koma fram av nýggjum, og eg kann ímynda mær, at hetta kann verða við til at styrkja um málsliga førningin hjá teimum, sum lurta eftir løgunum.


Seinkað gáva

Tá útgávan soleiðis hevur røtur í tí, sum abbi Lív á sinni hevur skrivað, so er einki forgjørt í, at Lív ber sterkar kenslur til útgávuna.

- Abbi er framvegis millum okkum. Hann er júst vorðin 92 ár, men hann er væl fyri, og upprunaliga ætlaði eg, at hetta skuldi vera føðingardagsgáva hansara, tá hann fylti í september. Sjálv var eg tó órógva av sjúku, og onkrar aðrar seinkingar vóru eisini, og so gjørdist talan um hálvt jólatrøll. Men hóast seinkanina, so gleði eg meg sera nógv til mánadagin, sigur Lív, sum í fleiri førum hevur tikið abban við upp á rað.

- Tað hevur jú sínar fyrimunir, at tú hevur yrkjaran tøkan. Eg havi roynt at verið trúgv móti tekstinum, sum verður framborin, og onkra tíð kunnu yrkingar tulkast ymiskt. Tá er tað ein stórur lætti, at eg bara hava kunna spurt, hvat hetta ella hatta sipar til. Í onkrum førum hevur yrkjarin kanska bara verið 16 ár, tá reglurnar hava verið skrivaðar, og so kann svarið hava verið: “Eg meinti sum so einki. Hatta er bara nakað, sum eg skrivaði”. Hinvegin kann eisini vera, at hann meinti okkurt tá, sum hann ikki vil viðganga í dag, men tað má so vera, flennur Lív.


Væl kryddað

Um útgávuna sjálva sigur Lív, at hetta er fólkatónleikur, sum í nøkrum støðum er eitt sindur kryddaður. 11 skeringar eru á fløguni, og umframt at hoyra Lív einsamalla eru eisini tvær duettir á fløguni. Onnur við Tróndi Enni og hin við Niels Midjord. Hartil lesur Johannes Andreas Næs eisini eina yrking upp sjálvur.

Intensiva guitar-venjingin er sjálvandi við til at seta sín dám á løgini, men afturat sær hevur Lív eisini sera dugnaligar tónleikarar. Eitt nú hava Uni Debes, Eyðun Nolsøe, Jákup Zachariasen og Rógvi á Rógvu eisini sínar leiklutir á ymsu løgunum, og sjálv tykist Lív vera væl nøgd við úrslit. Eisini hóast hon ikki hevur hóming av, hvussu úrslitið verður móttikið av lurtarunum.

- Eg dugi slettis ikki at siga, um útgávan miðar eftir ávísum málbólki. Útgávan hjá Niels og mær haldi eg rakti sera breitt.. Eg vóni, at hendan útgávan eisini verður væl móttikin, men tað kann bara tíðin vísa.