Rentan hækkar fyri eftirlønir í Lív upp til 3,5% í mun til verandi 2,5%
Galdandi frá 1. januar 2010 hækkar rentan fyri eftirlønir í Lív upp til 3,5% í mun til verandi 2,5%, sum hon var lækkað niður á 1. januar í ár.
- 2009 hevur verið eitt gott ár hjá Lív. Serliga hava partabrøvini klárað seg væl. Okkara samlaða avkast hevur verið gott, og tí kann Lív hækka rentuna frá 1. januar 2010, sigur Tummas Eliasen, stjóri í Lív.
Á Lív siga tey, at tekin eru um, at djúpa fíggjarkreppan er um at hæsa av, og støðan á fíggjarmarknaðinum er við at venda.
- Líta vit aftur á gongdina, kann Lív fegnast um at vera komin væl gjøgnum fíggjarkreppuna higartil. Okkara kundar hava seinastu trý árini fingið 4% um árið í miðal, og við atliti til truplu støðuna á fíggjarmarknaðinum hesi árini, má tað metast at vera nøktandi, samanborið við aðra tryggjaða uppsparing, sigur Tummas Eliasen.
Er tryggingin teknað áðrenn ár 2000, er rentan á tryggingini framvegis 4,5%.
Rentuhækkanin er galdandi frá 1. januar 2010. Um fíggjarligu fyritreytirnar broytast í árinum, tekur Lív fyrivarni fyri at broyta rentuna.
- Vit laga okkum eftir fyritreytunum fyri at varðveita tryggleikan fyri okkara kundar, eisini í framtíðini, sigur Tummas Eliasen.