Lívið skal livast frammani frá

Hann er sanniliga eisini áhugaverdur fyri okkum í Føroyum, tí hann snýr seg eisini um at sleppa av við heimføðiskapin. Og um hetta at heimligir profetar eru ikki væl lýddir, at neyðugt er mangan at rýma fyri at finna seg sjálvan. Hetta er ein leikur um at búnast, og um at realisera seg sjálvan í lívinum, áðrenn tað er ov seint sigur leikstjórin Eyðun Johannesse n um leikin »Per Gúnt«, ið verður frumframførdur av Grímu í dag

Sjónleikur
Kim Simonsen

Tá eg kom oman til Leikhúsini hjá Grímu, var eitt stórt merki hongt yvir um vegin. »Per Gúnt« stóð við stórum bókstavum. Eg hevði eina avtalu um at tosa við leikstjóran Eyðun Johannessen, ið júst er um at vera liðugur at leikstjórna stóra norska leikin hjá Henrik Ibsen, ið Axel Tórgarð hevur týtt.
Komin inn um møtti eg Eyðuni, hann hevði sum vera man sera nógv at hugsa um. Hann hevði tó eina løtu, millum venjingarnar, at seta seg niður at tosa við meg. Eyðun leiddi meg gjøgnum eina villini borg. Vit hildu leiðina undir stóru og flottu senuna, gjøgnum smá rúm við alskyns tøkni. Leiðin helt fram gjøgnum skiftingarrúm, stór og smá. Komin inn á botn, sessaðust vit. Fram komu kaffikoppar, pennar og sigarettir.
Eg hevði nógvar spurningar, men læt Eyðun leggja fyri.
Eyðun: Leikurin Per Gúnt er stórur og umfatandi. Skuldu vit spælt hann í fullari longd, hevði hann tikið einar 9 tímar. Eg kenni til eina versión av hesum leiki, ið fransmaðurin Pierre Seraut leikstjórnaði, ið var sjey og ein hálvan tíma langur. Hetta er hin stórsti leikurin leikhúsið Gríma hevur sett upp niðri á Gamla Meiaríinum. Vit hava nú vant síðani 15. januar í ár, seks tímar um dagin í góðar tveir mánaðir.
Hetta er ein kendur leikur, hjá heimskenda norska dramatikaranum Henrik Ibsen. Vit kunnu kalla hetta eina villa og dramatiska yrking, ið útkom 14. november 1867. Hesin sjónleikur er skrivaður beint eftir sjónleikin: »Brand«, men umboðar tó nakað heilt annað. Ibsen var 39 ára gamal, tá hann skrivaði henda leikin.
Hetta er ein búningarleikur, t.v.s. at vit hava vanligu gongdina, har høvuðspersónurin er heima, í Noregi. Síðani koma mongu árini har hann reikar uttanlanda frá Dovrafjøllum í Noreg til strendurnar í Marokku og oyðimarkirnar í Egyptalandi. Áðrenn Per kemur heim aftur hevur hann tykist við alskyns ivasamt handilsvirksemi.
Leikurin er ein tragediu-komedia og alt har ímillum. Í leikinum eru 40 leiklutir, spældir av 10 leikarum, ið merkir, at leikararnir hava fleiri leiklutir. Nógvur dansur er eisini í leikinum, alt frá eksotiskum dansi hjá arabaragentum til trølladans hjá dovratrøllum.
Kim: ? Hvussu hevur tú valt at draga hesum stóra tilfari, ið leikurin Per Gúnt fevnir um. Her hugsi eg t.d. um longd, raðfesting, og um Per Gúnt hjá tær er samtíðarligur við leikin hjá Ibsen, ella um tú hevur valt at seta hann inn í eina aðra tíð, t.d. í Føroyum?
Eyðun: ? Sæð omanífrá havi eg valt at fylgja tað sum danski heimspekingurin Søren Kierkegaard helt fyri: »At lívið skal livast frammanifrá, men skiljast aftanifrá«. Her eru fimm aktir, og vit fylgja Per Gúnt frá ungdómi til deyða. Men eg havi lagt eina overture í byrjanini, har vit møta hinum eldra Per Gúnt fyrst, har hesin so av og á tosar við hin yngra.
Sum leikstjóri havi eg viljað upployst tíðina og kókað tilburðargongdina niður til tað mest universella. Alt hatta, ið Ibsen kjakaðist við samtíðarmenn í Noregi um, er ikki so áhugavert í hesum høpi. Mátin eg havi roynt at upployst tíðina, er at seta hana í eina ógreiniliga tíð, ið má sigast at vera í 20 øld. Í byrjanini av leikinum eru vit í tí somu tíðini, sum t.d. »Glætaðu Spælimenninir« - (Eyðun hevur leikstjórnað henda leik eftir skaldsøguni hjá William Heinesen.) Seinni í leikinum, tá Per er í Marokku, eru vit onkunstaðnis millum heimsbardagarnar. Tað eg havi roynt, er at taka tað almenna fram í leikinum og at flyta hetta í mun til tíðina.
?

Meðan Eyðun tosaði og eg skrivaði, hugsaði eg um, at Eyðun inkarnerar føroyskan sjónleik. Eg minnist røddina sum lítil smádrongur, har hann spældi »Djórini í Valbakkaskóginum« sum útvarpsleik. At Eyðun hevur spælt Beckett, Dario Fo, Max Frich í Føroyum longu í sekstiárunum er heilt ótrúligt. Eg kundi ikki bæra mær at spyrja Eyðun um fortíðina við sjónleiki í Føroyum.
?

Kim: ? Eyðun, nú hevur Gríma 25 ár á baki, samstundis sum Henrik Ibsen gerst 175 ár í ár, tað er í hesum høpi tit spæla henda stóra leik, men er tað ikki tú, ið hevur longt søguna við professionellum sjónleiki í Føroyum? Og var tað ikki tú, ið hálaði Beckett til Føroya og aðrar megnar leikir?
Eyðun: ? Í løtuni royni eg at fáa leiklistina í aðrar karmar. Vit eru í Grímu farin frá einum kollektivum stýri til eina meiri miðvísa leiðslu. Og jú, sum tú sigur, eg var útlærdur í 1960. Eftir hetta spældi og leikstjórnaði eg leikum eftir Samuel Beckett, William Shakespeare, Dario Fo, Max Frich, Edgar Lee Masters og stóra tragiska leikin: »Hedda Gabler« hjá Henrik Ibsen. Eg havi drúgvar royndir niðri. Skal eg nevna okkurt her, so havi eg millum annað leikstjórnað leikin hjá Henrik Pontoppidan: »Lykke Per«. Hetta var serligani áhugavert og torført, tí nógvir danir hava lisið hetta megnarverk, fleiri hava gjørt hetta fleiri ferðir. Eg læs alla romanina um Lykke Per, eitt summar, og gjørdist sera hugtikin av hesum.
Kim: ? Ein eitt sindur tápuligur spurningur til eitt dramatiskt meistaraverk, Eyðun, er, um leikurin kann siga okkum nakað í Føroyum í dag?
Eyðun: ? Hetta er sjálvandi eitt satt ævintýr av einum leiki, ið bæði fyriheldur seg til eina konkreta verð, og eina, man kann kalla innari sálarliga. Nú vil eg ikki avdúka, hvat leikurin endar við, ella hvat hann snýr seg um. Samanumtikið er hann áhugaverdur fyri okkum í Føroyum, tí hann snýr seg eisini um at sleppa av við heimføðiskapin. Og hetta at heimligir profetar eru ikki væl lýddir, at neyðugt er mangan at rýma fyri at finna seg sjálvan. Sum sagt er hetta ein leikur um at búnast, og um at realisera seg sjálvan í lívinum, áðrenn tað er ov seint.
Úr leikinum renna nógv temu fram fyri meg, so sum hybris, um stórlætisørskap, um idealismuna, ið møtir realismuni í heiminum, um tað etiska og tað dýriska í lívinum, og bardagan millum hesi. Hetta er ein leikur um tað metafysiska, bæði sum kærleiki á jørð, sum romantiskur kærleiki og heilt fram til religiøsu kensluna í lívinum.
Kim: ? Vanligani eru búningarskaldsøgur, sum t.d. »Lognbrá« og »Fastatøkur« hjá Heðin Brú, Pontoppidansa: »Lykke Per« merktar av eini ávísari fyrilaganartrúgv (determinismu), er hetta so í »Per Gúnt«?
Eyðun: ? Leikurin er afturlítandi, men eisini nærverandi. Eg haldi ikki bert hann er ein lagnutungur leikur, um glætan ella um tilvildina. Eg minnist tá hann var leiktur á Kongaliga Sjónleikarahúsinum í Keypmannahavn. Tá var ein sonn innrás av ungum fólki til leikin, hesi dámdu serligani væl leikin, helst tí hann er um hetta at velja, at berjast fyri at gerast ein sjálvur. Slíkt er altíð viðkomandi. Eg haldi fólk skulu taka størri børn við til hendan leikin.

Per Gúnt. Frumframførslan 22. marts 2003. Longd 3 tímar. Støðgur er í 20 minuttir. Atgongumerki kunnu fáast í forsølu fyri 125 krónur.

Týtt hevur Axel Tórgarð

Leikarar:
Hans Tórgarð
Páll Danielsen
Ria Tórgarð
Katrina Nolsøe
Kristina Hansen
Birita Mohr
Laura Joensen
Høgni Johansen
Bárður Persson
Kári Øster