Lívligt kjak millum Kaj Leo og Magna á FM1 seinnapartin

(FM1) Kaj Leo Holm Johannesen (Sambandsflokkurin) og Magni Arge (Tjóðveldi) kjakaðust um ríkisrættarligu støðuna og marknaðaratgongd kring heimin

Kaj Leo Holm Johannesen (Sambandsflokkurin) og Magni Arge (Tjóðveldi) kjakaðust í politisku sendingini á FM1 seinnapartin í dag.

Kaj Leo Holm Johannesen og Magni Arge kjakaðust um ríkisrættarligu støðuna og marknaðaratgongd hjá Føroyum kring heimin.

Givið var, at langt var millum teir í ríkisrættarliga spurninginum, men væl styttri var millum teir tá talan er um at virka fyri betri marknaðaratgongd fyri Føroyar kring heimin.

Royndi journalisturin og politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen var vertur í sendingini á FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra kjakið Kaj Leo Holm Johannesen (Sambandsflokkurin) og Magni Arge (Tjóðveldi) høvdu á FM1 seinnapartin. 

 

(Kaj Leo Holm Johannesen (Sambandsflokkurin) og Magni Arge (Tjóðveldi) - valsending á FM1)