Fleiri túsund bilar um allan heim av slagnum Honda vera nú afturkallaðir av álvarsligum trygdaráðum. Ein feilur í airbag-skipanini hevur ført við sær, at 200 fólk eru komin til skaða, og talan er eisini um okkurt deyðsfall. Sokallaða airbag-patrónin hevur eftir øllum at døma ov høgt trýst.
Í danska kongaríkinum er talan um 3600 bilar, og tí er møguleiki fyri, at hesir bilarnir eisini eru seldir í Føroyum. Sambært TV2 eru fleiri enn 200 bilar repareraðir fyri feilin, og umleið 1000 fólk hava avtalu um reperatión.
Men hetta hevur føroyski Honda-forhandlarin einki hoyrt til enn. Stjórin í Nordbil, Birgir Dam Jacobsen, hevur ikki fingið nøkur boð frá Honda um airbag feilin.
- Um vit hava móttikið bilar, sum hava hendan feilin, so fáa vit tað at vita, og so seta vit okkum sjálvandi í beinleiðis samband við kundar okkara, sigur hann.