Í lívsvanda - álopin av 15 hundum

Ein 52 ára gomul kvinna úr Houston í Texas varð álvarsliga meiðslað, tá hon mánadagin varð álopin av villum hundum.

Maria Arcos var á veg til bussin um sekstíðina mánamorgunin og skuldi byrja nýtt arbeiði tann dagin sum húsarhaldskona. Undir eini vegbrúgv lupu fleiri hundar á hana, sigur KHOU-TV sambært TV2.

Vitni siga, at kvinnan varð sleipað eftir vegnum av nógvum hundum. Hon varð bara bjargað, tí eitt jarnbreytarstarvsfólk sá álopið og sendi boð eftir hjálp. Hundarnir vóru í minsta lagi 15, sigur vitnið.

Álopna kvinnan hevði framvegis vitið, tá bjargingarfólk komu á staðið. Familjan sigur, at skelkurin gav henni hjartaslag. Hundarnir bitu í armarnar, beinini og hálsin á henni.

- Hundarnir vóru í ferð við at eta hana livandi. Fær hon tað ikki betri, er eingin vón um lív, segði Oscar Reyes, fostursonur Mariu Arcos.

Djóraansararnir í Houston sigur, at higartil hava tey fangað fimm av hundunum, sum lupu á. Tveir teirra eru bara einar fýra mánaðir. Leiðarin í flokkinum var eftir øllum at døma ein pitbullblandingur.

- Vanliga eru hundar ikki so stríðshugaðir. Álop av hesum slag eru sera sjáldsom, sigur Chris Glaser, djóraansari.

Dýrini verða kannað fyri hundaøði.