Óla Hans Andreasen andaðisst týsnáttina á Bispebjerg Hospital, 50 ára gamal.
Tað er sytur Óla Hans, Linda Andrews, ið kunnger hetta á facebook vanga sínum.
Óla Hans Andreasen var fyrst í áttatiárunum millum gávuríkastu guitarsnillingar í Føroyum, hóast sín unga aldur. Hann var ein av limunum í bólkinum Funkies, sum gav eina singleplátu út í 1981 og eina í 1983.
Sermerkt var, at limirnir í Funkies tá vóru sera ungir, um 13- 14 ára aldur. Óla Hans var hesa tíðina fyrimynd hjá mongum ungum guitarleikara, og tað sigst, at hann hugtók sínar leikbrøður, tá hann leikandi lætt kundi spæla eins og Mark Knopfler í lagnum Sultans of Swing.
Við í Funkies vóru Óla Hans Andreasen, Terji Rasmussen, Hans Andreas Højgaard og Jónleif Muller. Á seinnu plátuni var Magnus Johannesen komin við í bólkin. Óla Hans Andreasen skrivaði tónleikin á báðum útgávunum.
Funkies gavst og Óla Hans Andreasen legði guitaran á hillina, og flutti seinni til Danmarkar at búgva. Har andaðist hann týsnáttina 11. oktober, 50 ára gamal.
https://www.youtube.com/watch?v=POm9IA0S2bg&feature=youtu.be