Lægri inntøka í fleiri smáum kommunum

Felags fyri tær fýra kommunurnar, sum í fjør høvdu afturgongd í skattinum, er, at tær eru millum tær smæstu

Í fýra kommunum var skattainntøkan í fjør minni, enn hon var í 2014. Felags fyri tær fýra er, at tær teljast millum tær smáu:

Í Húsa kommunu var afturgongdin 7,36%.

Í Skúvoyar kommunu var afturgongdin 0,7%.

Í Fámjins kommunu var afturgongdin 5,4%.

Í Hovs kommunu var afturgongdin 0,49%.

 

At talan er um smáar kommunur og smáar inntøkur sæst á tølunum. Inntøkurnar vóru hesar:

Húsa kommuna 1.351.146 krónur og 107.276 krónur í minni í inntøku.

Skúvoyar kommuna 1.172.305 krónur og 8.282 krónur í minni inntøku.

Fámjins kommuna 2.851.901 krónur og 162.654 krónur í minni inntøku.

Hovs kommuna 3.554.842 krónur og 17.543 krónur í minni inntøku.

 

Í øðrum smáum kommunum royndist tað betri í 2015:

Í Fugloyar kommunu var vøksturin 7,38%. Inntøkan var 1.512.431 krónur og meirinntøkan 99.502 krónur.

Í Kunoyar kommunu var vøksturin 6,82%. Inntøkan var 4.346.765 krónur og meirinntøkan 277.383 krónur.

Í Húsavíkar kommunu var vøksturin 4,56%. Inntøkan var 2.875.464 krónur og meirinntøkan 125.502 krónur.

Í Skálavíkar kommunu var vøksturin 3,57%. Inntøkan var 4.483.638 krónur og meirinntøkan 154.480 krónur.