Tað roynist ikki so væl við kommunuskattinum á Eiði. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er kommunuskatturin 4,62 prosent lægri, enn hann var tað sama tíðarskeið í fjør. Lækkingin svarar til 726.011 krónur. Inntøkan higartil í ár er 14.989.594 krónur.
Í Sunda kommunu er inntøkan higartil í ár 992.881 krónur ella 2,58 prosent hægri, enn hon var tað í fjør. Skattainntøkan higartil í ár hjá Sunda kommunu er 39.512.574 krónur.
Eisini í Kvívík er talan um størri inntøku. Hækkingin er 1,27 prosent, sum svarar til 184.472 krónur. Skattainntøkan hjá Kvívíkar kommunu higartil í ár er 14.730.53 krónur.
Vestmanna kommunu hevur higartil í ár fingið 2,68 prosent ella 763.035 krónur fleiri inn í skatti, enn inntøkan var tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Higartil í ár er inntøkan 29.188.316 krónur.