Hósdagin 23. juli savnaðust nærum 50 læknalesandi til árliga summarfundin, sum HR deildin skipaði fyri. Stóra undirtøkan vísir, at áhugin fyri at arbeiða, útbúgva seg og skapa sær eina framtíð í Føroyum er stórur. Á skránni vóru framløgur um Sjúkrahúsverkið, serlæknaútbúgvingar, yrkisleiðir og fakliga menning. Tey lesandi fingu eisini høvi at hitta læknar og onnur starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum, hoyra um teirra royndir og seta spurningar.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook.
Seinastu árini hevur Sjúkrahúsverkið arbeitt miðvíst við at styrkja læknaútbúgvingarstørv í Føroyum. Hetta hevur ført við sær, at læknar í dag kunnu taka størri partar av serlæknaútbúgvingini hjá okkum enn áður. Frá 1. september 2026 verða tilsamans 52 læknar í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum. Skipanin fevnir í løtuni um 17 KBU-størv, 14 introduktiónsstørv og 17 høvuðsútbúgvingarstørv í almennum medisini, umframt høvuðsútbúgvingarstørv innan fleiri aðrar sergreinar.
Menningin gongur skjótt. Í dag hava 42 læknar tikið, ella eru í gongd við at taka, alla ella partar av serlæknaútbúgvingini í almennum medisini í Føroyum. Tveir læknar verða lidnir sum kommunulæknar í 2026 og tríggir afturat í 2027. Harumframt eru fýra læknar undir høvuðsútbúgving innan aðrar sergreinar. Henda menningin er ein týðandi liður í arbeiðinum at byggja upp eitt sterkt og burðardygt føroyskt sjúkrahúsverk, har fleiri læknar kunnu útbúgvast og menna seg fakliga í Føroyum.
Summarfundurin hevur í nógv ár verið ein fastur táttur í arbeiðinum at knýta bond við føroysk læknalesandi og hevur til endamáls at varðveita og styrkja sambandið við føroysk læknalesandi, meðan tey eru undir útbúgving uttanlands. Samstundis fáa tey innlit í arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum longu undir útbúgvingini. Fundurin gevur teimum eina greiðari mynd av teimum mongu møguleikunum, sum eru í Sjúkrahúsverkinum, og av, hvussu ein framtíðar yrkisleið í Føroyum kann síggja út.
Vit gleðast um, at so nógv føroysk ung velja læknalesturin. Stóra undirtøkan til summarfundin og vitanin um, at tað eru yvir 100 læknalesandi ígongd við lestur gevur okkum góðar vónir um framtíðina, og vónin er, at enn fleiri fara at síggja møguleikarnar í at venda heim og gerast partur av føroyska Sjúkrahúsverkinum, tá útbúgvingin er lokin.
Summarfundurin varð samskipaður av Helenu Skaalum Mikkelsen, samskipara fyri yngri læknum, skrivar Landssjúkrahúsið m.a. á sínum vanga á facebook.











