Læknavaktin í nýggj høli á Landssjúkrahúsinum

Í morgin letur Læknavaktin í nýggjum hølum í "gomlu forhøllini" á Landssjúkrahúsinum.

Læknavaktin fer at halda til í somu hølum, sum ambulanta virksemið hjá rannsóknarstovuni heldur til. Alt virksemið hjá Læknavaktini fer frameftir at vera á hesum stað.

Upplatningartíðirnar hjá Læknavaktini er óbroyttar soleiðis, at Læknavaktin framvegis er opin frá klokkan 16 til 08 á morgni yrkadagar, og alt samdøgrið í vikuskiftum og á halgidøgum.

– Gev gætur, at Læknavaktin bert er ætlað, um tú brádliga gerst sjúk/ur, ella um tú gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og har tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna, siga tey úr Landssjúkrahúsinum