Í desember fjør varð ein lærari í Føroyum meldaður til løgregluna fyri ónærisligan atburð móti børnum. Hóast maðurin enn ikki er skuldsettur, so er hann frítikin fyri at røkja starvið
Í desember í fjør varð Mentamálaráðið kunnað um, at ein mannligur lærari var meldaður til løgregluna fyri ónærisligan atburð móti børnum. Mentamálaráðið valdi at sláa kalt vatn í blóðið í fyrstu atløgu, men í januar fingu tey í Mentamálaráðnum boð um, at málið enn verður kannað, og tí er maðurin frítikin sína ábyrgd á arbeiðsplássinum.
– Tað er bæði eitt starvsfólkamál og eitt politimál, men løgreglan ger allar kanningarnar, og tí kunnu vit ikki siga nakað um ítøkiligu ákærurnar, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Júst hvat málið snýr seg um, vil Poul Geert Hansen tí ikki upplýsa, men sum Miðlahúsið skilur er talan um, at lærarin hevur sent ónærisligar myndir av sær sjálvum til skúlabørn.
Tað er einki óvanligt í, at ein lærari verður frítikin starv sítt, meðan slíkar kanningar vera gjørdar. Hóast maðurin hvørki er skuldsettur ella dømdur enn, so er tað fyri at verja hann og børnini á skúlanum, at Mentamálaráðið velur hesa loysn.
– Tað er púra vanlig mannagongd, at ein slík støða elvir til frítøku av arbeiðsuppgávunum. Í hesum førum er tað fyri at verja læraran, sigur Poul Geert Hansen.
Skúlastjórin hjá læraranum vil einki siga. Hann vísir á, at hetta málið er so eymt, at viðkomandi maður má verjast, til málið fer víðari til ákæruvaldið.
Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur í Føroyum, vil ikki siga nakað um málið. Einki kann sigast um eitt eventuelt mál enn, tí løgreglan er enn í gongd við grundleggjandi kanningarnar. Og tær kanningarnar kunnu bæði enda við, at løgreglan sleppur málinum ella at maðurin verður skuldsettur.
Jón Klein Olsen váttar tó fyri Miðlahúsinum, at løgreglan í hesum døgum ger ymiskar forkanningar í mál, sum hava seksuellan karakter, hóast hann ikki vil gera viðmerkingar til hetta ítøkiliga málið.