Fyri 10 árum síðan gjørdu vit báðar ein dreym til veruleika. Tá góvu vit fyrstu kókibókina út við uppskriftum upp á sunnan og góðan mat. Nú standa vit við fimtu bók okkara, Lætt & Leskiligt – 4’arin, og vilja vit hervið bjóða øllum at koma til bókarframløgu leygardagin 2. november klokkan 15 í Klingrugarði, bakaríið hjá Jórun, har bókin verður framløgd.
Soleiðis siga tær báðar, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk í skrivi.
Í nýggju bókini eru 84 leskiligar og heilsugóðar uppskriftir. Uppskriftir til breyð og bollar, súpanir, forrættir og smárættir, høvuðsrættir, salat og nátturðarættir, afturvið og omaná. Í bókini eru eisini mát og vekt og tey 10 kostráðini.
Reyði tráðurin í hesi bókini er sum í undanfarnu Lætt & Leskiligt bókunum. Vit hava raðfest, at uppskriftirnar eru fjølbroyttar, spennandi, sunnar og lættar at gera. Okkum dámar sera væl at ferðast, so íblástur úr útheiminum hevur eisini fingið sítt pláss í nýggju bókini.
Til bókarframløguna kemur Andras Sólstein at hugleiða um mat. Góðir tónar frá Magna Husgaard verður at hoyra og sjálvandi verður eisini góður kaffimunnur og leskiligir brellbitar úr nýggju bókini at fáa. Høvi verður at keypa bókina til serprís til bókarframløguna.