- Tað skal vera lættari hjá ungum fólkum at sleppa til skips.
Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin,
Hann vísir á, at fyri at sleppa til skips, krevst bæði trygdarskeið og góðkenning frá lækna, sum eisini verður nevnd Bláa Bók.
- Tað kostar nakrar túsund krónur at fáa hesi viðurskifti í rættlag, áðrenn farast kann til skips og eg ivist ikki í, at hetta elvir til, at fleiri ung ikki sleppa til skips av fíggjarligum ávum.
- Tað er ein støða, sum er fullkomiliga burtur úr, leggur hann afturat.
Hann staðfestir á, at tað er ein stórur trupulleiki fyri okkara fiskivinnu, at tað er so torført hjá ungum fólki at sleppa til skips.
- Tað er ov lítil tilgongd til sjógvin og tað kann ein fiskivinnutjóð sum okkara, ikki liva við, sigur hann.
Kári P. Højgaard fer nú at spyrja landsstýrið, um ætlanin er at gera tað ókeypis hjá ungum fólki at at fáa trygdarskeið og Bláu Bók fyrstu ferð.
- Trygdarskeið og Bláa Bók skulu vera eitt tilboð frá samfelagnum til ungdómin, so at hann kann sleppa til skips í eina tíð at vita um hetta er tað, framtíðin skal byggjast á.
Ætlar Landsstýrið einki at gera, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.
Hann sigur, at hetta var eitt hjartamál hjá Sjálvstýrisflokkinum upp undir seinasta val og í samgonguni hevur hann roynt at fingið undirtøku fyri hesum í samgonguni.
Men hetta hevur ikki verið hansara málsøki og tískil hevur tað verið avmarkað, hvat hann hevur kunnað gjørt.
Men síðani hann varð uppsagdur sum landsstýrismaður, og er farin aftur í andstøðu, hevur hann fríar ræsur til at taka málið upp aftur.
Hann sigur, at útreiðslurnar hjá landskassanum av hesum eru ógvuliga avmarkaður, tað snýr seg kanska um eina ella tvær milliónir.