11. juni fylti Ólafur Guðmundsson í Havn 90 ár. Ólafur er føddur og uppvaksin í Keflavík í Íslandi, sonur Janu, f. Ellefsen, ættað úr Miðvági, og Guðmund H. Ólafsson úr Keflavík.
Hann kom fyrstu ferð til Føroyar á heysti í 1948 til at fáa føroysk skip, ið fiskaðu við Ísland, at tekna seg fyri at keypa agnsild. Í 1949 búsettist hann í Føroyum. Hann avgreiddi íslendsk skip, sum løgdu inn í Føroyum.
Ólafur sá skjótt at grund-arlag var fyri einum handli í Føroyum við íslendskum vørum og stovnaði handilin Impo í Vágsbotni. Hann fór undir at innflyta sjóklæðir og arbeiðsklæðir. Hann seldi eisini annað enn íslendskar vørur, sum t.d. oljufýr til hús og dekk til bilar og onnur akfør. Eisini seldi hann íslendskar keks og ikki at gloyma ulpurnar, tær vórðu einki minni enn ein succes. Hann hevur fingist nógv við at selja sild, og tá sildafiskiskapurin tók seg upp í Føroyum, gjørdi Ólafur, saman við Tórshavnar Skipasmiðju, ein sildatunnuvogn til flutning av sildatunnum. Hesir vognar vórðu væl móttiknir og sera hentir. Ólafur hevur virkað sum ein íslendskur umboðsmaður í Føroyum, hann fekk t.d. íslendsk skip hendan vegin til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann skaffaði nógvum føroyingum arbeiði í Íslandi bæði við fiskiskipum og arbeiði í fiskivinnuni á landi. Frá tí at Ólafur kom til Føroyar, fyri meira enn 50 árum síðan, hevur hann arbeitt fyri at menna sambandi millum Ísland og Føroyar.
Í oktober 1998 handaði íslendski konsulin í Føroyum, Poul Mohr, honum, vegna íslendska forsetan, Falka-ordanin, ið kann sammetast við riddarakrossinum.