Ólafur Guðmundsson deyður

Mikudagin 18. august 2004 andaðist Ólafur Guðmundsson í Íslandi, 91 ára gamal.

Ólafur var føddur og uppvaksin í Keflavík í Íslandi, sonur Janu, f. Ellefsen, ættað úr Miðvági, og Guðmund H. Ólafsson úr Keflavík.

Hann kom fyrstu ferð til Føroyar á heysti í 1948 til at fáa føroysk skip, ið fiskaðu við Ísland, at tekna seg fyri at keypa agnsild. Í 1949 búsettist hann í Føroyum. Hann avgreiddi íslendsk skip, sum løgdu inn í Føroyum.

Ólafur sá skjótt at grundarlag var fyri einum handli í Føroyum við íslendskum vørum og stovnaði handilin Impo í Vágsbotni. Hann fór undir at innflyta sjóklæðir og arbeiðsklæðir.

Hann seldi t.d. oljufýr, bildekk, íslendskar keks og ikki at gloyma ulpurnar. Eisini fekst hann nógv við at selja sild.

Ólafur virkaði í mong ár sum ein íslendskur umboðsmaður í Føroyum, hann fekk t.d. íslendsk skip hendan vegin til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann skaffaði nógvum føroyingum arbeiði í Íslandi bæði við fiskiskipum og arbeiði í fiskivinnuni á landi.

Hann gjørdi nógv fyri at menna sambandi millum Ísland og Føroyar.

Í oktober 1998 fekk hann íslendska Falka-ordanin, ið kann sammetast við riddarakrossinum.

Ólafur eigur dóttrina Janu, sum býr í Pennsylvania í USA, har hon er gift og eigur fýra børn.

Seinastu tíðina var heilsan hjá Ólafi vánalig, og í mars í ár flutti hann aftur til Íslands. Nú hann andaðist, búði hann á ellisheiminum Garðvongur í Reykjanes býi.

Jarðarferðin verður í føðibýi hansara, Keflavík, fríggjadagin 27. august.